icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

14 KÍ leikarar í vanda fyri at missa stórdystin móti Víkingi

Jákup Ósá

KÍ verður nógv skert til toppdystin fríggjakvøldið.

KÍ verður nógv skert til toppdystin fríggjakvøldið.

Fríggjakvøldið verður stórdystur millum KÍ og Víking á Summar Festivalinum. Hetta er framvegis eitt slag av toppdysti, tí vinnur KÍ, so leggur KÍ seg ájavnt við Víking í stigum, meðan Víkingur verður heili 6 stig frammanfyri við einum sigri umframt ein betri málmun.

KÍ liðið verður nógv skert til dystin. Longu nú er heilt vist, at Meinhardt Joensen, David Langgaard, Hørður Askham og Semir Hadzibulic spæla ikki vegna skaðar ella leikbann. Afturat hesum eru fleiri ivamál. Sørmundur Kalsø hevur verið skaddur og skal til Danmarkar í lestrarørindum seinni í mánaðinum. Um tað er møguligt at trýsta ein dyst burturúr honum áðrenn vegna stóra mannfallið er óvist. Páll A. Klettskarð for út við skaða beint eftir hálvleik í gjár og tað er ein leikari, sum vanliga spælir allar minuttirnar hjá KÍ. Ísak Simonsen fór eisini út við skaða, tó at síggja til ikki eins álvarsomum sum hjá Páll, meðan Ahmed Mujdragic og Atli Danielsen ikki blivu klárir til dystin vegna skaðar. Hjá 1.deild leygardagin spældi Jóhan W. Høgnesen við brotnari nøs(masku), og nú KÍ manglar so nógvar leikarar, so kundi liðskiparin í 1.deild hjá KÍ, sum liggur nummar 2, Petur Andreasen(eisini royndir úr Effodeildini), kanska verið ein møguleiki til onkran leiklut móti Víkingi, men hann mátti eisini lata seg skifta út eftir skaða. Somuleiðis mátti Mikkjal á Bergi út við skaða hjá 1.deild leygardagin og hann hevur sitið fleiri dystir á bonkinum hjá Effoliðnum í ár. Ein annar leikari, sum kanska kundi komið uppá tal vegna stórt mannfall er Henry Heinesen, sum nú er partur av 1.deildarhópinum, men sum hevur nógvar royndir úr Effodeildini. Hann stríðist eisini við skaða, sum hevur gjørt, at hann hevur mist fleiri dystir seinastu tíðina. Eisini kann nevnast, at Tórur Jacobsen er skaddur. Hann hevur spælt ein steypadyst fyrr í ár.

Sostatt vera hesir heilt vist ikki við móti Víkingi: (5)

Meinhardt Joensen

David Langgaard

Hørður Askham

Semir Hadzibulic

Tórur Jacobsen

Hesir eru ivasamir vegna skaðar: (9)

Mikkjal á Bergi

Ísak Simonsen

Sørmundur Kalsø

Henry Heinesen

Ahmed Mujdragic

Jóhan W. Høgnesen

Atli Danielsen

Petur Andreasen

Páll A. Klettskarð

Sostatt eru 5 leikarar, sum heilt vist ikki eru tøkir og aðrir 9, sum eru ivasamir. Av teimum nýggju eru tó tveir taldir við, sum vanliga eru partur av 1.deildarhópinum, men sum hava royndir úr Effodeildini og kanska eru/høvdu verið uppá tal, tá so stórt mannfall knappliga vísir seg at vera hjá KÍ. Tilsamans gevur tað 14 leikarar, sum av onkrari orsøk ikki eru tøkir ella eru ivasamir. Tá skal leggjast afturat, at tað framvegis kunnu koma enn fleiri skaðar til venjing hesa vikuna, so talið kann økjast. Men uttan iva vera fleiri av leikarunum klárir ella rimpaðir so mikið saman, at teir fáa spælt fríggjakvøldið. So talið 14 verður helst nakað lægri, tá dysturin verður.

Mynd: Mynd av dysti hjá KÍ móti Skála fyrr í ár. Flestu leikararnir á myndini eru ikki tøkir fríggjakvøldið.