Sólfríð og Hans Michael í Mittúni fara at greiða frá í Ósáskúlanum leygarkvøldið
Í Ósáskúlahøllini leygarkvøldið kl. 19.00
fara Sólfríð og Hans Michael í Mittúni at greiða frá 14 mánaða langa fjakkaratúri teirra kring knøttin.
Greitt verður frá: fjakkaraferðini, frá arbeiðinum ímillum gøtubørn í Afrika og ætlanini at opna eitt gentubarnaheim…
Á skránni verður eisini: ein hópur av myndum, filmssýning, sangur við Martini Joensen, felagssangur, og eisini verður ein kaffimuður at fáa.
Tiltakið er ókeypis, og øll er hjartaliga vælkomin




