Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

14. september-hald í Hovi

Tíðindaskriv

Nú sjeyti ár eru liðin síðan fólkaatkvøðuna, 14. Sept. 1946, verður fólkafundur á Mýri í Hovi, forna høvuðsstaði Føroya, onsdagin 14. Sept. kl. 18.30.

Røður, sangur og kaffi verður at fáa.

Øll eru vælkomin.

Sanniliga kann sigast, at her standa vit á søguligari grund á steinsettum fiskaplássi og kenna rákan av tíð, ið farin er.

Her hava vit ásatemplið eystanvert, skútu Hovgríms vestanvert og støðulagið av Leivsgarði.

Omanvert eru tveir minnissteinar rúnaristir yvir Hovgrím og Øssur.

Eldrað Tjóðveldi bjóðar øllum vælkomin.