Fer Víkingur at fáa realistiskan FM møguleika aftur ella fer NSÍ vinka farvæl til annað av Havnarfelgunum saman við øllum hinum liðunum í FM stríðnum?
Sunnudagin er eitt umfar á skránni í Effodeildini, har tað í flestu dystum er trupult at peika á nakran greiðan favoritt.
Jákup Ósá, ítróttarskrivari á Norðlýsinum, metir niðanfyri um dystirnar í 14. umfarinum í Effodeildini.
– Hetta er eitt av teimum spennandi umførunum, har eg haldi, at allir dystirnir hava nakað áhugavert og spennandi yvir sær. Og faktisk haldi eg ikki, at nakar stórur favorittur er. Hetta verður eitt umfar, sum kemur at svara uppá, um Víkingur kann fáa NSÍ aftur, tí tað kunnu teir í Víkingi, um teir vinna í Runavík. Í Havnaruppgerðini stendur nógv uppá spæl, tí siga vit at NSÍ vinnur sín dyst, so dettur taparin í Havn ræðuliga langt afturum oddaliðið. Og í botninum hevur AB góðan møguleika at fáa nakað burturúr móti KÍ eins og FC Suðuroy og/ella EB/Streymur heilt sikkurt fáa stig, nú tey møtast innanhýsis í týðandi botndysti. Høvdu hesir dystirnir verið á einum tips 13 seðli, so hevði eg havt fleiri heil garderingar, tí tað er so trupult at útpeika útfallini av dystunum. Men eg haldi, at eg fari at gera ein tippseðil sunnudagin har eg spæli 3 av 5 og tippi EB/Streym, TB, HB, Víking og AB at vinna, tí tað gevur helst sera høg odds og øll hesi útfallini eru ikki órealistisk, sigur Jákup undan umfarinum.
FC Suðuroy-EB/Streymur
Tað var ikki serliga sannførandi, sum FC Suðuroy vísti í Klaksvík seinastu sunnudag. Men hinvegin, so lá liðið til at fáa stig nærum allan dystin, hóast KÍ størsta partin av dystinum spældi runt við uppflytararnar. Á heimavølli verður liðið heilt vist í einari aðrari útgávu, har dentur í nógv størri mun verður lagdur á álopsspælið. Hjá EB/Streymi er tað steðgað fullkomuliga upp. Og 8-0 tapið móti NSÍ er eitt pínligt úrslit, hóast flestu málini komu síðstu løtuna. Fyrr í ár vann FC Suðuroy hendan lykladystin, og tað hava teir góðan møguleika til aftur hesaferð. Men sum útgangsstøðið er dysturin rættuliga javnur og kann fara báðar vegir. Heimavøllurin og úrslitini seinastu tíðina eru avgerandi fyri, at tað verður sett eitt 1-tal her. Tipping: 1 (1-0)
ÍF-TB
Hjá ÍF hevur Ari Ó. Ellingsgaard leikbann og hann er leikarin, sum leggur upp til flest mál hjá fuglfirðingum. ÍF hevur 14 stig fyri 13 umfør, og tað er neyvan góðkent hjá fuglfirðingum. Sum skilst so hevði ÍF hampuliga gott tak á HB seinast, og so er spurningurin, um tað er eitt tekin um, at betri tíðir eru á veg hjá fuglfirðingum. TB er steðgað eitt sindur upp seinastu tíðina eftir, at liðið annars var ávegis at kappast um seinasta Europa League plássið. Men TB ætlar sær heilt vist at fáa stig í Fuglafirði, og tað hava teir í TB eisini møguleikan til. ÍF hevur ofta tað við at missa stig í slíkum dystum á heimavølli, har liðið er favorittur. ÍF er lítil favorittur hesaferð og kann við sigri fara framum TB. Tipping: 1 (3-2)
B36-HB
Tað er sjáldan at havnarfeløgini hava nógvar áskoðarar til dystir í Gundadali, men hesaferð fær B36 kassameistarin nokk eitt smíl uppá, tí argjafólk og klaksvíkingar munnu fara at gera góðan mun á áskoðaraplássunum áðrenn hesi skulu út á Argir til dyst. Hetta er eisini ein sera áhugaverdur dystur millum tvey góð fótbóltslið. HB er uttan Jógvan Róa Davidsen og B36 uttan Jákup á Borg. Báðir hava leikbann. B36 vann fyrra dystin í ár millum grannarnar. Alt kappingarárið hevur tað verið B36, sum hevur virkað betri fyri, men nú er bara 1 stig á muni. Munurin var heldur ikki størri enn 2 stig, tá liðini møttust í 8. umfarinum. Vinnarin í hesum dystinum verður kanska størsti avbjóðarin til NSÍ í FM stríðnum, tí bæði liðini hava eisini truplar og avgerandi dystir eftir hendan. Men okkurt sigur mær, at B36 hevur ein ræðuliga sterkan verjupart við Odmari Færø á odda í løtuni og samstundis eitt sálarligt yvirtak móti HB, sum tó hevur fingið góð úrslit seinastu tíðina. Lukasz Cieslewicz plagar at vera profilur í hesum uppgerðunum og spurningurin er, um hann eins og í fyrra dystinum verður avgerandi leikarin. Og so er spurningurin, um dysturin kann blíva eitt vónbrot við tveimum ov varnum liðum, um t.d. einki mál kemur í fyrsta triðinginum av dystinum? Hetta er ein púra opin dystur, sum kann fara báðar vegir, men eg helli til B36. Tipping: 1 (2-1)
NSÍ-Víkingur
Nógvir áhugaverdir dystir eru í hesum umfarinum og ikki minst í Runavík, har NSÍ tekur ímóti Víkingi. Víkingur hevur gott innanhýsis tak á NSÍ og hevur vunnið seinastu 4 dystirnar móti teimum. NSÍ hevur tó ongantíð síðani FM árið í 2007, kanska við undantaki av einari sigursrøð mitt í kappingini í 2010, verið so flúgvandi sum júst nú. Tað tykist sum um flestu leikararnir spæla upp til sítt optimala, tí tað eru ikki bara einstakir leikarar, sum kunnu pilkast burturúr. NSÍ sær út til at duga at gagnnýta hesa støðuna, og tað verður koyrt á við fullari ferð, har góður álopsfótbóltur myndar liðið. Hjá Víkingi gongur meira misjavnt. Liðið er eisini rakt av skaðum, men móti B36 eydnaðist at fáa stig, og tað er kanska tekin um, at Víkingur framvegis er væl fyri og ikki skal avskrivast í stríðnum um fremstu plássini. 10 stig skilja hesi bæði liðini, men vinnur Víkingur, so kann Víkingur nærkast NSÍ, sum skal møta HB á útivølli í umfarinum aftaná, har Víkingur møtir EB/Streymi á heimavølli. Sostatt er møguleikin kanska her hjá Víkingi, at innheinta 6 stig uppá tvey umfør, og so er FM møguleikin knappliga aftur realistiskur. Men hetta eru avgerandi dagar hjá Víkingi, tí siga vit at teir tapa her og í komandi viku rúka út úr steypakappingini, so er kreppa – eftir mínum tykki – í Víkingi, tí tá hevur liðið ongan møguleika at vinna nakað í ár, sum er afturgongd frá seinastu árunum. Hetta er ein dystur, har trupult er at peika á ein vinnara. Kanska er NSÍ favorittur hjá nógvum, tí liðið koyrir so væl og serliga á heimavølli. Men Víkingur hevur havt tað við at vinna móti toppliðum, tá hesi føla seg hampuliga trygg á stigatalvuni sum t.d. móti B36 í fjør. Eg havi eina kenslu av, at Víkingur kann gera okkurt í Runavík og kanska enntá blíva fyrsta liðið, sum vinnur ein dyst við Løkin, hóast eg veit, at tað er eitt sindur djarvt at seta eitt 2-tal. Men tað endar neyvan við javnleiki, tí NSÍ leggur – higartil í ár – altíð sera nógv fyri at vinna dystirnar á heimavølli, hóast teir sum so kunnu brúka javnleik. Og hjá Víkingi kann ein javnleikur ikki brúkast til nakað. Tipping: 2 (2-3)
AB-KÍ
AB er eitt lið, sum kann geva øllum – og serliga teimum sterku – liðunum mótstøðu, og liðið hevur eisini fingið stig móti øllum liðunum í topp 4 uttan NSÍ, sum AB í tveimum dystum leikliga kanska átti at fingið meira burturúr. Tí trúgvi eg, at tey KÍ viðhaldsfólkini, sum vænta ein sigur á Argjum, skjótt kunnu blíva vónbrotin. KÍ hevur seinastu tveir dystirnar spælt góðan álopsfótbólt á heimavølli, har einasti trupulleikin hevur verið neyvleikin frammanfyri málinum. Spurningurin er so, um hetta hevur givið KÍ sjálvsálit til at fara at fáa úrslit á útivølli eisini, har tað bæði í ár og tey seinastu árini hevur gingið illa at vunnið dystir. KÍ hevur havt gott tak á AB seinastu árini, men dystirnir eru vanliga tættir, har dysturin á Argjum í fjør endaði við javnleiki. Í dystinum í Klaksvík í ár var lítil og eingin munur á liðunum, og eg vænti eisini ein tættan dyst sunnudagin, har KÍ ikki kann rokna við at sleppa til í nærheitini av eins nógvum møguleikum sum móti TB og FC Suðuroy, tí AB hevur sterkan verjupart í ár og letur fá mál inn. KÍ hevði í fjør tað við at tapa móti teimum niðastu á útivølli, og eg verið ikki kløkkur, um AB fer avstað við øllum. Ein manglar at síggja, at KÍ førir nakað av tí góða og ágangandi spælinum á heimavølli yvir til útidystirnar og mangan skal mótstøðuliðið hava fáar møguleikar fyri at skora móti KÍ, sum á útivølli eisini tykist hava lætt við at geva skarvin yvir, tá tað fyrst gongur ímóti. Dysturin kann fara báðar vegir, har eg velji javnleikin, men tað skal sigast, at eg havi eisini sterkt umhugsað at sett eitt 1-tal her, tí koppar dysturin annan vegin, so verður tað mest sannlíkt til AB, sum í innsatsi ofta leggur meira fyri enn onnur lið. AB manglar at vinna ein dyst í ár og KÍ manglar at vinna ein útidyst. So javnleikurin er tá samanum kemur lættasta og mest realistiska loysnin. Tipping: X (1-1)




