Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

140 færri heitar hendur í eldrarøktini

Eyðgunn Samuelsen

Annika Olsen tvíheldur um, at støðið í eldrarøktini er uppraðfest og nøktandi. Men her fer landsstýriskvinnan skeiv. Bæði starvsfólk, brúkarar og avvarðandi eru hvønn dag vitni til, at tænastustøðið er lækkað.

Annika Olsen tvíheldur um, at støðið í eldrarøktini er uppraðfest og nøktandi. Men her fer landsstýriskvinnan skeiv. Bæði starvsfólk, brúkarar og avvarðandi eru hvønn dag vitni til, at tænastustøðið er lækkað.

Annika Olsen vísir áhaldandi á, at eldraøkið er uppraðfest í 2014, tí 17 milliónir krónur meira varð játtað til økið enn í 2013. Men hvørki starvsfólk ella avvarðandi uppliva, at støðan er batnað.

Tí setti eg landsstýriskvinnuni nakrar skrivligar spurningar, eitt nú um starvsfólka normeringar árini 2012-2014. Men landsstýriskvinnan vildi vera við, at onki slíkt sambæriligt yvirlit er til.

Tí havi eg nú leitað mær upplýsingar í tilfari, sum landsstýriskvinnan áður hevur latið løgtinginum. Við at samanbera faktayvirlitið 2012 við normeringar á røktarheimum og eldrasambýlum í mars 2013 sæst, at 140 færri ársverk eru í eldrarøktini síðan 2012. Ei undur í, at fólk uppliva, at støðan í eldrarøktini er munandi versna síðan 2012.

At so er verður eisini váttað, um leitað verður í grunninum hjá Hagstovuni. Her sæst, at talið av løntakarum innan almanna- og heilsuøkið er lækkað við 4,9 prosentum frá 2012-2013 – ella ein lækking á 174 løntakarar í 2013. Tá ið eldrarøktin er eitt starvsfólkatungt øki er sannlíkt at minkingin av løntakarum í almannaverkinum, fyri ein stóran part, stavar frá eldrarøktini.

Sostatt er varhugin hjá starvsfólki og avvarðandi sannur: Eldrarøktin hevur munandi færri heitar hendur í dag.

Um hesir upplýsingar eru ikki rættir, fær landsstýriskvinnan nú høvi at prógva tað, tí sjálvandi ber til at samanbera árini innan eldraøkið!

Í fyrispurningum mínum til landsstýriskvinnuna vildi eg eisini vita, hvussu stór fíggjarliga uppraðfestingin av eldrarøktini veruliga er í 2014. Eisini har var svarið, at til ber ikki at samanbera játtanina í 2013 við 2014. Sagt var, at starvsfólkanormeringin í 2014 í miðal er 1,02 ársverk pr. búfólk á røktarheimum og 0,88 ársverk pr. búfólk á sambýlum, ella ein hækking á 0,02 ársverk pr. búfólk á røktarheimum og 0,04 á sambýlunum. Við øðrum orðum eru góð 9 ársverk fleiri á øllum landsins røktarheimum í 2014 og góð 6 ársverk á sambýlum. Hetta vigar sostatt á ongan hátt upp ímóti teimum 140 færri ársverkunum, sum eru spard burtur síðan 2012.

Við eykajáttanini á 17 milliónir er játtanin til einstøku røktarheimini hækkað áleið 2,5 prosent síðan 2012 – men sama tíðarskeið eru lønirnar á økinum hækkaðar 2,6 prosent. Sostatt hava røktarheim og sambýlir so dánt fingið lønarhækkingina endurgoldna.

Alt tos um uppraðfesting til millum annað dement og endurvenjing er tí ikki røtt, har hesi øki eru uppraðfest, verður peningurin tikin frá øðrum økjum í røktini.

Um hesir upplýsingar eru ikki rættir, fær landsstýriskvinnan nú høvi at prógva tað, tí sjálvandi ber til at samanbera árini innan eldraøkið!

Samanumtikið eru munandi færri heitar hendur í eldrarøktini í dag. Játtanin er ikki fylgd við øktu uppgávunum.

So kæru starvsfólk og leiðslur, avvarðandi og brúkarar: Tykkara illgruni er sannur, tænastustøðið er munandi lækkað seinastu tvey árini.

Mín áheitan á Annika Olsen, skal tí vera, vinarliga lat okkum í løgtinginum fáa samanberiligar upplýsingar um eldraøkið framyvir.

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna