Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

140.000 undan Íslandi

John D. Olsen

Teir síðstu stertarnir av kvotuni hjá Jákup B vórðu drignir undan Íslandi hendan túrin.

Jákup B kom á Klaksvík í nátt undan Íslandi. Skiparin, Sámal Jákup Olsen, sigur við Norðlýsið, at teir fóru yvir at draga teir síðstu stertarnir, ið teir høvdu eftir av kvotuni.

Hendan túrin hevur Jákup B haft 7 setur og fingu umleið 20.000 pund uppá setuna. Fyri tað mesta var slagið hýsa, men nakað av toski og eitt sindur av brosmu var eisini. Við vóru 14 mans.

Nú kvotan er uppfiskað í Íslandi fara teir aftur undir Føroyar at royna. Roknað verður við, at klárt verður at byrja nýggjan túr mikudagin.

Klakkur og Polarstjørnan, sum eru undir Íslandi, hava gott fiskarí.

Núpur landar eisini í morgun. Teir hava roynt undir Føroyum. Veiðan hjá teimum verður mett at liggja umleið 450 kassar ella 50.000 pund.

Annars frættist ikki frá góðum fiskiskapi undan Føroyum hjá línubátunum.

Harleywoodpaint