Vælumtøkti dansibólkurin 1448 spælur til dans í Skálanum leygarkvøldið. Bólkurin, sum er mannaður við politisum, hevur nøkur ár á baki. Seinasta vikuskifti spældu teir til dans í samband við stóra jólaborðhaldið á Hotel Norð, og lótu fólk sera væl at.

Leygarkvøldið verður so høvi at fara í Skála at hugna sær til góðu dansitónarnar frá 1448. Høvi verður eisini at keypa okkurt leskandi.
Leygardagin er tunnilsdagur, sum merkir at ókeypis er at koyra gjøgnum bæði Norðoyatunnilin og Vágatunnilin til sunnumorgunin kl. 06, so tað er laga manni at fara til Klaksvíkar at fáa sær ein swing-om.
Dansurin byrjar kl. 23, og er tað hondbóltsfealigð Stjørnan sum skipar fyri.