Morgunfakta: Men møguliga eru klæðir, sum fáast á netinum bíligari enn í onkrum handlum í Føroyum? – Stylepit hevur 80 prosent í avsláttri á summum vørum beint nú.
Morgunfakta: Men møguliga eru klæðir, sum fáast á netinum bíligari enn í onkrum handlum í Føroyum? – Stylepit hevur 80 prosent í avsláttri á summum vørum beint nú.
Góðan morgun kvinnur og menn!
Stylepit, ið hevur høvuðssætið í Keypmannahavn, er ein klædnahandil á netinum, sum hevur 15 ára royndir. Stylepit sigur, at innan móta, eru klæðir teirra millum tey fremstu innan mótaheimin, ið hvussu er í Evropa.
Stylepit hevur eisini vunnið fleiri heiðurslønir, eitt nú ”Vækst Gazelle” frá danska blaðnum Børsen seks ár á rað, og ársins net-handil í Danmark og í Evropa.
150 krónur óansæð prís
Tað eru ikki allir nethandlar uttan í heimi og í Danmark, sum senda vørur til Føroyar. Men Stylepit er ein teirra, sum sendir til Føroya. Vøruflutningurin er 150 krónur.
Á heimasíðuni stendur gott nokk, at um onkur bíleggur fyri meira enn 499 krónur, verður pakkin sendur ókeypis. Men hetta er ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland, óansæð hvussu nógv verður bílagt, kostar vøruflutningurin 150 krónur.
Undirritaði veit ikki, um onkur brellast ella øtast av hesum, men link til net-handilin síggjast niðanfyri:




