Tað sær út til at metingar okkara uppá 1500 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin um mánaðin, í miðal pr. dag, fara at halda rættuliga væl, sigur Dávur R. Hansen, stjóri.
Nú vit eru komin út í mars mánaða og tunnilin verður ókeypis at koyra ígjøgnum ímorgin 10. mars, fregnaðust vit hjá Norðoyatunlinum um tølini fyri í ár.
Dávur Reinert Hansen sigur við Norðlýsið, at í januar í ár koyrdu 1359 bilar ígjøgnum tunnilin og í februar 1499. Til sammetingar kann sigast, at í desember koyrdu í 1694 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin. Taka vit Vágatunnilin við, so koyrdu har 1217 bilar ígjøgnum í januar, ella 13% fleiri enn í januar árið fyri og 1222 bilar í februar ella 7% fleiri bilar.
Tá talan er um somu tøl í Norðoyatunnilin koyrdu ávikavist 1359 í januar ímeðan talið fyri februar var 1499. Vit hava sjálvandi ongi tøl fyri januar og februar í fjør at sammeta okkum við, men vit rokna við av royndum frá Vágatunlinum, at januar, februar og mars eru teir mánaðirnir av árinum tá ferðslan er minst, so vit mugu siga at tað sær út til at metingarnar fara at halda væl og virðiliga.




