161 rennarar hava boða frá luttøku til NS hálvmaraton Klaksvík 2017, sum byrjar kl. 14.00 í dag. Av teimum fara 116 at kappast um FM í hálvum maratoni. Favorittur hjá kvinnum er Marna Egholm, sum vann í 2015 við tíðini 1 tími 19,55 min. Besta boð uppá vinnara hjá monnum, er tann lokali Jan Elmar Sørensen, sum seinasta ár vann við tíðini 1 tími 14,03 min. Marna og Jan Elmar skulu bæði umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Gotlandi í summar.
Hetta er sættu ferð, at rennarar koma úr øllum landinum til Klaksvíkar, at renna á eini rutu, sum nokk er føroya skjótasta hálvmaratonruta. Rutan er bilfrí og tað eru rennararnir sera takksamir fyri. Runnið verður bert í býnum, frá Norðoya Sparikassa norður til “Victor á Lakjuni” at venda og aftur, og so út til Torvgøtu at venda og aftur. Tann teinurin er 5.275m og skal rennast fýra ferðir.
Fyriskipararnir úr Treysti vóna at nógv fólk koma at hyggja. Veðrið verður gott og tí kunnu væntast skjótar tíðir.




