Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

16.umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Sunnudagin eru tríggir dystir á skránni í Effodeildini, sumnú fer í gongd aftur.

 

AB-B36

AB hevði ein rimmar endaspurt áðrenn summarsteðgin, og nú eraftur vón á Argjum fyri, at AB yvirlivir í bestu deildini. Men tað kann gottvera, at summarsteðgurin hjá AB kom illa við. Hinvegin hava teir fingið tveirroyndar leikarar afturat í hópin í Kára Nielsen og Dmitrije Jankovic. Hesirkoma neyvan at spæla teir stóru leiklutirnar so leingi sum leikararnir íuppstillingini gera tað so væl, sum teir gera í løtuni. Hjá B36 gekk eisinigott undan steðginum, hóast teir ikki megnaðu at gagnnýta møguleikarnar ídystinum móti 07Vestur. B36 skal spæla nýggja miðverju inn, men Robert HeðinBrockie skuldi verið góður avloysari, men við minni royndum. Tað skuldi hjálpt,at m.a. Súni Olsen og Lukasz Cieslewicz hava fingið frið í tríggjar vikur fyriat koma yvir sínar skaðar. Ótrúliga trupul dystur at meta um, men vit hava B36sum sterkara liðið í grannauppgerðini. Tipping: 2

 

ÍF-TB

ÍF er uttan Bartal Eliasen, og tað kann fáa týdning. ÍFhevur havt Europa League uppgávur móti Linfield í summarfrítíðini og kritikkurinvar stórur fyri at fleiri leikarar vóru í feriu tá. ÍF hevur fyrr í ár víst, atteir vaksa við uppgávunum, tá teir fáa kritikk og hetta kann koma at seta ÍFleikararnar upp. TB liggur í løtuni 5 stig frá Europa League plássi og 4 stigfrá niðurflytingarplássi. Byrjanin hjá TB verður alt avgerandi fyri, hvønn vegTB fer. Bara eitt tap her í fyrsta dystinum kann gera, at teir longu enda íniðurflytingarstríðnum. Og í Fuglafirði vænti eg, at ÍF dregur longra stráið.Tipping: 1

 

HB-KÍ

Síðani katastrofala árið hjá HB í 2011 hevur KÍ havt taðtrupult móti arva fíggindunum. Flestu dystirnar hevur HB vunnið og í fjørendaði tað heili 5-0. Hetta eru dystir, sum seta HB leikararnir nógv upp og tá eittuppsett HB lið spælir uppá tað besta, so eru teir truplir at steðga. EuropaLeague luttøkan eigur ikki at ávirka stórvegis í fyrsta dystinum, um teir ikkifóru heilt í kjallaran av at missa á stokkinum. Gunnar Haraldsen hevurleikbann, meðan Andrew av Fløtum hevur drigist við skaða og er ivasamur. Hjá KÍstendur Eyðun Klakstein á odda fyri liðinum og hann hevur ikki tapt í Gundadalimóti HB í sínum tveimum royndum í bestu deildini 2007 og 2008. Hetta kannhjálpa KÍ, sum møguliga hevur uppskriftina til eitt gott úrslit í Gundadali. HjáKÍ er Meinhardt Joensen tøkur aftur eftir leikbann. Vit hava HB sum greiðanfavoritt móti einum liði, sum ikki hevur vunnið í 85 dagar og sum bara hevurvunnið ein landskappingardyst í 112 dagar sunnudagin. Tipping: 1

 

07Vestur-Víkingur

Hesin dysturin verður ikki spældur fyrr enn 18. september(ellamøguliga 25. august). Men óansæð, so skal okkurt heilt óvanligt til, umNorðlýsið ikki tippar eitt 2 tal her. Tipping: 2

 

EB/Streymur-NSÍ

Verður eisini spældur 18. september (ella møguliga 25. august).Hesin dysturin er meira trupul at siga meta um, tí NSÍ venjarin Heðin Askhamkennir betri EB/Streym enn nakar annar og Champions League fótbólturin í summarfer møguliga at spæla føroyameistarunum eitt puss í seinnu hálvu. EB/Streymurvil tó vera favorittur á heimavølli, har teir sjáldan tapa. Tipping: 1