Alt í meðan Landsverk hevur boða frá nógvum vindi sunnanfyri á landi, so hevur verið ótrúliga lýtt, norðanfyri.
Norðlýsið koyrdi ein túr til Viðareiðis í morgun, veðrið var av tí besta, mest sum stilli her millum fjøllini og sera lýtt. Í Klaksvík vísti hitamálarin á bilinum 13 hitastig. Komin á Norðtoftir vísti hitamátarin 14 stig, eftir at hann hevði víst 12 stig inni í tunlunum norður um fjall. Men komin til Viðareiðis, vísti hitamátarin 16 hitastig, og tað gjørdi hann alla tíðina vit vóru har og tóku nakrar myndir. Tá myndatøkan var liðug og vit byrjaðu at koyra ímóti Viðareiðistunlinum, vísti hann framvegis 16, men komin inn í Dalar fór hitamátarin upp á 17 hitastig, tá var klokkan 12.06.
Seinastu tíðina ella at kalla tað sum farið er av vetrinum hevur verið sera lýtt. Vit hoyra fólk siga frá at leykir eru farnir at grógva og trøð hava fingið knubbar, onkur hevur boða frá at trøðini í havanum hava fingið smá bløð aftur. So lýtt hevur verið, at sjálvt krovini í hjallinum, ið seint komu upp at hanga eru so røst og vælsmakkandi, sum sjálvdan áður.




