17 Sangarar = Excelent, gorgeous, brilliant, er skoðsmálið kórið hevur fingið frá hotelstjóranum á Park Hotel Brenscino
17 Sangarar = Excelent, gorgeous, brilliant, er skoðsmálið kórið hevur fingið frá hotelstjóranum á Park Hotel Brenscino
Í juli mánaði vóru 17 Sangarar á ferð í Sveis eftir innbjóðing at hava tvær konsertir, í sambandi við at Park Hotel Brenscino í Brissago fylti 100 ár. Hotellið, sum verður væl vitjað, liggur í einum sera vøkrum umhvørvi í Suðursveis, við Lago Maggiore sjógvin.
Hetta er onnur ferðin kórið er boðið at syngja har. Fyrra ferðin var í 2004, ein ferð sum kom í lag í samstarvi við Moniku Stauss Joensen.
Tað tykist sum um 17 Sangarar eru væl dámdir har og hava fingið sera gott ummæli bæði frá sjálvum hotellinum og gestum.
Ein heilsan frá stjóranum á hotellinum, Martin Faes ljóðaði nakað soleiðis við eini yvirskrift:
“17 Sangarar = Excellent, gorgeous, brilliant”
og síðani sigur hann víðari nakað soleiðis:
“Tað var ein stór gleði fyri okkum at hava 17 Sangarar úr Føroyum sum gestir. Konsertin leygardagin 20. juli í ár var ótrúlig, allir gestir okkara vóru vælnøgdir og eg fekk so nógv og góð skoðsmál.
Eisini sunnukvøldi, tá konsertin var lættari og sum undirhald, var framúrskarandi, øll frøddust um at kunna vera har og lurta eftir 17 Sangarum.
Vit ynskja at takka kórinum hjartaliga fyri at syngja “Congratulations of 100 year of Park Hotel Brenscino”.
Vit ynskja 17 Sangarum alt tað besta frameftir og vóna, at vit síggjast aftur í framtíðini”.
Umframt at syngja norðurlendsk løg og onkran týskan sang, hevði kórið við sær myndir og frágreiðingar úr Føroyum, sum vóru fingnar til vega frá Ferðaráðnum og Klaksvíkar Kommunu, sum varð víst á skýggja.
Fleiri vitstu nakað um Føroyar, men mong høvdu ikki hoyrt um Føroyar og vitstu ikki, at tað var til, og til stuttleika, vóru onkrir av gestunum enntá úr Eysturríki, sum ikki høvdu hoyrt um Føroyar.
Annars kann sigast, at 17 Sangarar nú fara undir heyst- og jólaskránna.
Myndatekstur: Martin Faes, hotelstjóri greiðir gestum frá um 17 Sangarar og Føroyar.




