Metingar: Tað er við Djúpumýru og í Sarpugerði, at stóru dystirnir í avgerandi 17. umfarinum í Effodeildini eru.
Tað er við Djúpumýru og í Sarpugerði, at stóru dystirnir í 17. umfarinum í Effodeildini eru.
Jákup Ósá er ítróttarskrivari á Norðlýsinum og hann sigur, at seinasta umfar undan summarsteðginum er avgerandi fyri kappingina í ár.
– Eftir mínum tykki stendur sera nógv uppá spæl hetta umfarið. Og tað ger tað hjá flestu liðunum, kanska við undantaki av ÍF, ið sær út til at enda í einum ongamannalandi. Vit hava ein orduligan toppdyst í Sarpugerði millum Víking og HB. Har skal serliga Víkingur prógva, at liðið kann vinna ein landskappingardyst, tá tað veruliga geldur. Og í Klaksvík vænti eg, at KÍ, um liðið tekur tað mesta við sær frá B36 dystinum burtursæð frá avslutningunum, fer at geva NSÍ ein strævnan dyst, hóast NSÍ á stigatalvuni er 9 stig frammanfyri. Á Argjum ætlar Bagge nokk at koma við einum óvæntaðum úrsliti og hóast AB tykist hava ment seg, so er spurningurin, um tað ikki er ov tíðliga hjá liðnum at basa einum toppliði, sigur Jákup undan umfarinum, ið hann tippar niðanfyri.
ÍF-FC Suðuroy
Eg tori at siga, at ÍF er úti av stríðnum um Europa League. 11 stig eru upp til 4. pláss og tað megna fuglfirðingar ikki at hála inn uppá 11 umfør. Tað kann fara at eyðkenna avrikini hjá ÍF í summum dystum framyvir, at avgerandi motivatiónin manglar. Hjá FC Suðuroy eigur eingin motivatión at mangla og liðið hevur fyrr í ár vunnið á útivølli móti ÍF. Hesaferð spæla liðini á uttanveltaðum vølli í Sarpugerði, har ÍF nú leikar sínar ”heimadystir”. FC Suðuroy verður fyrr ella seinni meir og meir trýst á stigatalvuni, tí tað eru ábendingar um, at AB og Sámal Erik Hentze skjótt fara at fáa sigrar. Men tað er lættari at tippa ein ÍF sigur, tí fuglfirðingar hava hóast alt nakað meir av dygdum enn uppflytararnir og ÍF hevur hóast alt ikki tapt nakran dyst seinastu trý umførini. Tipping: 1 (2-0)
TB-EB/Streymur
TB fekk ein eftir mínum tykki rættuliga óvæntaðan javnleik í Runavík seinasta vikuskiftið. Tað kundi bent á, at TB nú fer at koma seg aftur eftir eina røð av minni góðum úrslitum. Hjá EB/Streymi kann summarsteðgurin ikki koma nóg skjótt, tí einki virkar í sundalagnum fyri tíðina. Egil á Bø og Marni Djurhuus eru ikki leikararnir, sum teir einaferð vóru og hjá hinum er sjálvsálitið í botni. Men eg kundi ímyndað mær, at EB/Streymur á einum góðum degi kann yvirraska hendan dystin í jóansøku. Men samanlagt er størri møguleiki fyri, at TB vinnur ein tepran sigur. Tipping: 1 (1-0)
AB-B36
Sámal Erik Hentze hevur hvørki vunnið ella tapt enn sum AB venjari í 2015. Tað er okkurt sum bendur á, at AB nú fer at reisa seg. Men nú er verjuspælið og ein óroyndur málverji størsti trupulleikin, sum eitt B36 lið skjótt kann revsa, um AB ikki vísir betri verjuspæl enn móti ÍF. B36 vísti næstan einki móti KÍ, men í Lukasz Cieslewicz hava teir leikara, sum kann avgera dystir einsamallur. Trupulleikin fyri B36 er, at hann hevur leikbann hendan dystin. Tí verður neyðugt hjá B36 at koma við einum liðavriki og tað trúgvi eg, at B36 fer at gera. Liðið vil ikki hava sitandi á sær at hava spælt fleiri minni góðar dystir seinastu tíðina og einaferð kemur eitt orduligt aftursvar og eitt upplagt høvið er móti grannunum úr AB, sum ongan dyst hava vunnið í ár. Sámal Erik kennir B36 og leikararnir hjá B36 kenna hann. Eg ivist í, um tað fær nakran týdning. Men hetta er størsta avbjóðingin hjá Sámal Erik higartil og fyrstu ferð undir hansara leiðslu, at AB á pappírinum lítlan kjans eigur at hava. Tipping: 2 (1-2)
Víkingur-HB
Víkingur hevur nú spælt seg inn aftur í FM stríðið við einari røð av góðum úrslitum seinastu tíðina. Skal tað vera í ár, at liðið stríðist um FM til tað seinasta? Tað fáa vit eina góða ábending um fríggjakvøldið. Tí tað hevur verið rættuliga typiskt fyri Víking at tapt hesar dystirnar, sum seint uppá kappingarárið hava verið avgerandi í landskappingini. HB hevur sterkari manning nú og líkist meir og meir einum sterkum FM avbjóðara, tí skráin er ”løtt” fyrstu umførini eftir summarsteðgin. At Hans Jørgen Djurhuus hevur leikbann kann fara at merkjast, tí Víkingur hevur ongan landskappingardyst tapt í ár við honum á liðnum. Hagtølini siga, at HB trívist í Sarpugerði, tí bara einaferð – sum var í miseydnaða árinum 2011 – hevur HB tapt á útivølli móti Víkingi. Hagtølini og ein betri manning á degnum hella til HB eins og Víkingur plagar at missa í toppstríðnum áðrenn sjálvan endaspurtin. Men eg fari at velja at geva Víkingi álit, tí liðið hevur fingið fín úrslit seinastu tíðina og er á heimavølli. Men tað skal nakað av andanum frá seinnu hálvfinaluni móti B36 til fyri at hetta skal eydnast, tí HB hevur ikki tapt í landskappingini í 8 dystir. Tipping: 1 (3-2)
KÍ-NSÍ
Ein dystur millum tvey lið, sum uttan iva føldu, at tey áttu at fingið meira burturúr seinasta umfar, tí mál møguleikarnir vóru har. KÍ spældi sín leikliga besta dyst í Gundadali í fleiri ár, har vanligi ”Gundadalsóttin” var burtur. Liðið skapti nógv og gav lítið burtur og hóast hetta, so sat liðið eftir við ongum. KÍ liðið er nógv skert á týðandi plássum, tí fyrst misti liðið allan sentrala miðvøllin undan B36 dystinum og í B36 dystinum bleiv Páll A. Klettskarð skaddur. Tað ger, at KÍ helst fer at leggja spælistílin nakað um, tí eingin álopsleikari er í hópinum í løtuni til at koma inn fyri Páll. Hjá NSÍ er oddasessurin nú meira hóttur enn leingi og vil illa til hetta umfarið, so kann liðið detta niður á 3. pláss fyri fyrstu ferð í ár. Úrslitini hjá runavíkingum hava ikki verið so sannførandi seinastu umførini. Í Klaksvík hevur NSÍ tað ofta trupult, hóast fleiri dystir seinastu árini eru endaðir við javnleiki. NSÍ stendur fyri álopsfótbólti og tað sama ger KÍ serliga á heimavølli. Tí kunnu vit fáa ein sera undirhaldandi og málríkan dyst í seinasta umfarinum áðrenn summarsteðgin frammanfyri stórari áskoðarafjøld. Eg vænti ein dyst, har NSÍ skal brúka færri møguleikar til at fáa mál enn KÍ, meðan KÍ hevur eina avbjóðing við at finna eina góða samanseting á liðnum, nú fleiri royndir lyklaleikarar ikki eru við. Dysturin kann fara báðar vegir, tí einki skilir liðini í løtuni og smáir marginalar sum eitt persónligt mistak ella eitt reytt kort kunnu koppa øllum. KÍ liðið hevur verið so mikið sannførandi á heimavølli í ár, at eg tippi ein heimasigur, men til tað krevst, at loysnirnar uppá miðvøllin – sum virkaði væl fyrsta tíman móti B36 – og avloysara fyri Páll fara at rigga. Tipping: 1 (3-2)




