Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

1700 jólapakkar frá Jólaskipinum

Oliver Joensen

Á Kjølbro heilsølu hava tey staði á høvdinum fyri børnunum í Klaksvík og Norðoyggjum seinastu dagarnar. Heilar 1700 jólapakkar eru pakkaðir við alskyns góðgæti til børnini. 

Frá Jólamonnunum frætta vit, at teir í løtuni eru beint norðanfyri Viðoynna og teir rokna við júst at klára at vera á Klaksvík klokkan seks í dag. Tað rullar eitt sindur siga jólamenninir, men ikki meira enn at ongin teirra hevur sjóverk, so jólamenninir eru sera spentir at heilsa upp á børnini í dag.