Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

17.umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Bæði í Sørvági og í Norðragøtu eru týðandi dystir á skránni fyri botnstríðið, meðan ólavsøkan bjóðar til áhugaverdar fótbóltsdystir.

Bæði í Sørvági og í Norðragøtu eru týðandi dystir á skránnifyri botnstríðið, meðan ólavsøkan bjóðar til áhugaverdar fótbóltsdystir.

 

AB-EB/Streymur

Her møtast tvey formsterk lið. AB hevur seinastu 5 dystirnarbara sett 2 stig til, meðan EB/Streymur ikki hevur tapt í longri tíð. AB hevureisini fingið marginalarnar við sær, nú teir avgera nógvar dystir í yvirtíðiniog trúgvin er veruliga farin at hómast á Argjum fyri at sleppa uppumniðurflytingarstrikuna. EB/Streymur hevur havt eitt strævið summar úti í Europa.Spurningurin er, um tað fer at ávirka í seinnu hálvu. Egil á Bø verður ikki viðteir fyrstu dystirnar í seinnu hálvu og hann hevur víst seg at veriðtýdningarmikil. EB/Streymur vann á heimavølli 6-0 móti AB, men hesaferð eruteir lítlir favorittar. Tipping: 2

 

B36-ÍF

B36 misti eina trygga leiðslu burtur á Argjum seinastasunnudag. Teir førdu 2-0 og sóu út til at hava tamarhald a tí. Men so sovnaðiverjuparturin, har fleiri persónlig mistøk at enda førdu til, at teir stóðueftir við ongum. B36 skal reisa seg aftur og vilja uttan iva halda ólavsøku viðeinum sigri ólavsøkuaftan. ÍF er væl fyri í landskappingini og byrjaði eisiniseinnu hálvu við einum sigri. ÍF hevur ikki tapt í landskappingini síðani7.apríl, so einki talar fyri, at teir fara at tapa nú. ÍF hevur heldur ikkitapt í Gundadali í sínum tveimum dystum har fyrr í ár. Tað liggur heldur meirtil ÍF, sum veruliga tykist meina tað í sínari FM stimbran. Tipping: 2  

 

HB-NSÍ

HB sá út til at vera í feriu fyrra hálvleik móti KÍ. Men einumoddaliði líkt, so skuldu teir bara hava ein møguleika, so var mál. Eftir taðtóku teir yvir og koyrdu ein tryggan sigur heim. Summir leikarar tóktist nakaðtroyttir og tað kann kosta móti einum betri og viljasterkari liði enn KÍ er íløtuni. Heðin Askham fær sín elddóp sum NSÍ venjari móti sínum barnsdómsfelagi.Tað er rættuliga spennandi at síggja, hvussu tað fer at spæla av hjá NSÍ, núvenjarin við kanska bestu úrslitunum í føroyskum fótbólti – um vit hugsa ístigum – hevur tikið yvir. Leikara fyri leikara stendur HB nakað sterkari ogeigur at vinna dystin. Tipping: 1

 

Víkingur-TB

So skal Sigfríður Clementsen í gongd í heimligu kappinginieftir flott úrslit í Europa League, har hann byrjar við einum sera týðandidysti í botnstríðnum. Tað tykist sum Víkingur hevur fingið nýggjan íblástur ogmót, men teir hava eisini brúkt nógvar kreftir uppá fótbóltin í summar. TBhevur eisini skift venjara og skulu nú til at vísa, um teir eru betri ennstigatalvan sigur. TB vann fyrr í ár á heimavølli móti Víkingi, men tað liggurlíka sum í luftini, at tað er størri møguleiki fyri, at TB endar í botnstríðnumenn at Víkingur ger tað. TB vinnur heldur ongantíð á útivølli, so javnleikur ernokk tað besta, sum útiliðið kann vóna her. Tipping: 1

 

07Vestur-KÍ

07Vestur má byrja uppá eina góða røð av góðum úrslitum nú,um teir skulu halda lív i vónunum um at vera í bestu deildini. Stóri profiluriná miðvøllininum, Evrard Blé, er farin úr felagnum. Spurningurin er so, hvønnveg tað fer at ávirka liðið. Higartil hevur 07Vestur bara vunnið ein dyst í ár.Hjá KÍ gongur eisini rættuliga illa fyri tíðina. Seinastu dystirnir hava víst,at liðið spælir væl við fyrra hálvleik. Men tað skal lítið til – oftast bara eittmál ímóti – fyri at leikararnir missa trúnna uppá, at tað ber til at fáa stig.KÍ hevur tað altíð trupult í vágunum, so her verður helst talan um ein javnanog tættan dyst. KÍ eigur tó at draga longra stráið vegna sterkari hóp, men taðskal lítið til fyri at 07Vestur fær stig. Tipping: 2