Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

18 føroysk ítróttafólk til ársins størsta ítróttatiltak

Tíðindaskriv

Leikirnir Special Olympics World Summer Games verða settir 25.juli og halda fram til 2.august.

Hesir leikir verða hildnir 4.hvørt ár, og hesa ferð er Los Angeles vertur fyri leikirnar.

21.-24.juli verða luttakaralondini gestir í ymsum býum í økinum kring Los Angeles. Føroyar verða gestir hjá býnum Santa Clarita. Tá fáa luttakararnir høvi til at læra eitt sindur um vertslandið og til at tillaga seg tann tíðarmun, sum ógvuliga nógv kenna árin av, tá ið tey eru framkomin. Tey fáa eisini høvi til at venja og til at tillaga seg veðurlagið, sum í nógvum førum er øðrvísi enn tað heim.

Special Olympics World Summer Games er størsta ítróttatiltak í heiminum í ár.

* 7000 ítróttafólk verða við

* 3000 venjarar/ leiðarar verða um tey

* 177 lond luttaka

* 25 ítróttagreinir eru umboðaðar

Harumframt verða eini 30.000 sjálvboðin, sum hjálpa til við teimum nógvu uppgávunum, og summi teirra koma eisini úr øðrum londum.

Og væntandi verða eini 500.000 áskoðarar, av teimum eru nógvir familjulimir, sum eisini kunnu vera við í serligari skrá fyri familjur.

Special Olympics er felagsskapur, ið hevur til endamáls gjøgnum ítrótt at virka fyri inklusión, aksept og meðviti fyri fólki við menningartarni.

Felagsskapurin er heimsumfatandi við yvir 5 mill íðkandi í 180 londum, og hetta sæst eisini aftur í luttakaratalinum í leikunum.

Føroyski hópurin er tann størsti nakrantíð við heili 18 ítróttafólkum.

Hetta kemst av, at vit á fyrsta sinni hava umboðan við í fótbólti. FSF hevur valt at stuðla einum 7-a-side liðið á hesi ferðini. Hinar ítróttagreinarnar, sum vit luttaka í, eru svimjing, frælsur ítróttur, bocce og borðtennis.

Yvirlit yvir íðkararnar og kappingargreinarnar:

Ítróttur Navn Aldur Event

Svimjing Eliasen, Heidi 19 AQ 100M Ryggsvimjing

Svimjing Eliasen, Heidi 19 AQ 100M Frísvimjing

Svimjing Eliasen, Heidi 19 AQ 200M Ryggsvimjing

Svimjing Joensen, Signa Var D 17 AQ 100M Firvald

Svimjing Joensen, Signa Var D 17 AQ 100M Frísvimjing

Svimjing Joensen, Signa Var D 17 AQ 200M Frísvimjing

Svimjing Toftegaard, Eivindur 21 AQ 100M Ryggsvimjing

Svimjing Toftegaard, Eivindur 21 AQ 100M Frísvimjing

Frælsur ítróttur Gardalid, Kristian 25 AT 100M Renning

Frælsur ítróttur Gardalid, Kristian 25 AT 200M Renning

Frælsur ítróttur Olsen, Meiken 24 AT 100M Renning

Frælsur ítróttur Olsen, Meiken 24 AT 200M Renning

Bocce Poulsen, Joanna 30 BC tvímansleikur

Bocce Poulsen, Joanna 30 BC einmansleikur

Bocce Thomsen, Rene 25 BC tvímansleikur

Bocce Thomsen, Rene 25 BC einmansleikur

Borðennis Mortensen, Unn 46 TT Mixed tvímansleikur

Borðennis Mortensen, Unn 46 TT einmansleikur

Borðennis Weihe, Elvin 35 TT Mixed tvímansleikur

Borðennis Weihe, Elvin 35 TT einmansleikur

Fótbóltur Dam, Valdemar 38 FB 7-A-side lið

Fótbóltur De Franca, Matteus 14 FB 7-A-side lið

Fótbóltur Hansen, Isakur 21 FB 7-A-side lið

Fótbóltur Hansen, Theodor 34 FB 7-A-side lið

Fótbóltur Hofgaard, David 17 FB 7-A-side lið

Fótbóltur Jacobsen, Tordur 29 FB 7-A-side lið

Fótbóltur Johannesen, Pauli 20 FB 7-A-side lið

Fótbóltur Olsen, Eli 19 FB 7-A-side lið

Fótbóltur Solsker, Petur 21 FB 7-A-side lið

Allar kappingar innan Special Olympics eru skipaðar soleiðis, at ítróttafólkið í tí, sum kann kallast innleiðandi og er ein divisionering, verða bólkað eftir styrki og førleika. Øll luttaka so í finaluumfari í sínum styrkisbólki.

Allar ítróttagreinirnar ganga eftir somu reglum og reglugerðum, sum annars eru galdandi fyri avvarandi ítróttagrein; bert fá undantøk eru.

Hvørt land fær eitt hjálparfólk, sum kennir málið og viðurskiftini á staðnum, knýtt aftur at bólkinum. Roynt verður altíð at finna onkran, sum dugir málið hjá vitjandi landinum, og vit eru í tí gleðiligi støðu at fáa eina føroyska gentu at hjálpa okkum.

Í Special Olympics høpi verður gjørt nógv fyri at fáa familjurnar hjá teimum íðkandi við í felagsskapin, og nógvir av áskoðarunum eru tá eisini familjulimir hjá ítróttafólkunum. Úr Føroyum verða fleiri foreldur og systkin við, og tey fara at heppa á okkara fólk og luttaka í øðrum tiltøkum ætlað teimum.

Flestu londini hava formann sín við til leikirnar, og eisini vit hava okkara føroyska Special Olympics og ÍSB formann, Jógvan Jensen, við á ferðini.

Sjálvandi ber til hjá fólki heima at fylgja við í leikunum, og hvussu gongst hjá okkara fólki. Hetta kann gerast á heimasíðuni hjá ÍSB www.isb.fo , sum eisini hevur eina face-book síðu, har úrslitini koma skjótari. Annars ber til at fara beinleiðis á síðuna www.LA2015.org , og har ber eisini til at síggja setanina 25.juli. Til setanina væntast nógv kend fólk, t.d.verður forsætisfrúan Michelle Obama við.

Uttan góðar stuðlar hevði ikki verið møguligt at luttikið í so stórum tiltaki so langt

burturi, tí eru vit í ÍSB sera fegin um allan tann stuðul, vit hava fingið til hesar leikirnar.