Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

18 oyggjar og 19 tunlar

Helgi Abrahamsen

Fríggjadagin var hátíðarhald á Viðareiði og við tunnilsmunnan hvannasundsmegin, í sambandi við at Viðareiðistunnilin, sum tann 19. tunnilin í Føroyum, varð tikin í nýtslu.

Hátíðarhaldið byrjaði við tunnilsmunnan klokkan 14:45, tá Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Klokkan 15 bjóðaði Ewald Kjølbro vælkomin og síðani helt løgmaður røðu. Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, skar síðani snórin, áðrenn eitt fylgi við ellisakførum, Rynkeby súklarum, rennarum frá rennifelagnum Treysti og seinast fólkum til gongu, fóru ígjøgnum tunnilin.

Fremsta bilin koyrdi Ewald Kjølbro, landsverkfrøðingur, og í bilinum hjá honum sótu Fía Sørensen og Jógvan Thomasen, sum eru millum elstu borgarar í ávikavist Hvannasundi og Viðareiði.

Á Viðareiði var hátíðarhald á hotellinum frá klokkan 16. Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Borðreitt varð við kaffi, te, kransakøku, tunnilskøku og øðrum góðum. Í tjaldinum uttanfyri hotellið sungu børn av Viðareiði og eisini vóru takkarrøður hildnar, og ein gyklari undirhelt.

Her eru myndir frá hátíðarhaldinum.