Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

18. umfar: Víkingur leggur seg á odda áðrenn ólavsøku

Jákup Ósá

Metingar: Fyrsti dysturin í Sarpugerði í dag er rættuliga áhugaverdur.

Nú byrjar fótbóltskappingin aftur. 4 lið stríðast um FM, meðan tað skjótt eisini kann blíva spenningur um at sleppa undan niðurflyting, hóast stigatalvan í løtuni kanska sigur nakað annað. Niðanfyri eru metingarnar fyri 18. umfar í Effodeildini.

Víkingur-TB
Nú eru 10 dystir eftir og Víkingur er við í FM stríðnum. Tað hava teir ikki verið ofta fyrr, tá so lítið hevur verið eftir av kappingini. Í summar hevur felagið luttikið í Europa League, og spurningurin er so, um tað fær góða ella ringa ávirkan á byrjanina til dystirnar eftir summarsteðgin. Hjá TB hevur Rógvi Joensen leikbann, og hann hevur stóran týdning fyri TB. At TB hevur styrkt liðið so nógv í summar kundi bent á, at TB ætlar sær meir enn bara at yvirliva, tí tann málsetningin hava teir longu nærum rokkið í TB. Víkingur er favorittur, hóast tað neyvan verður stórur munur á liðunum, og Víkingur hevur ofta hevur størri trupulleikar av miðalliðum enn toppliðum. Við tað at hetta er fyrsti dysturin í umfarinum, so kann Víkingur leggja seg á odda í kappingini áðrenn dystirnar komandi dagarnar. TB hevur prógvað seg á útivølli móti HB og NSÍ og tí skal liðið als ikki avskrivast. Tipping: 1 (2-1)

AB-NSÍ
AB gav NSÍ harða mótstøðu tvær ferðir fyrr í ár, tá liðini spældu í Runavík. AB er undir stórum trýsti og tað verður AB helst allar írestandi dystirnar í ár. Tí AB skal hava stig skjótt í seinnu hálvu fyri at fáa samband við FC Suðuroy. AB liðið er eisini sterkari enn annars hesar fyrstu dystirnar í seinnu hálvu og bæði Tróndur Jensen og Dion Splidt burdu styrkt liðið. NSÍ hevur koyrt nógv á í summar og nærum ongan summarsteðg havt. Tað kann fara at vísa seg at gera góðan mun í byrjanini eftir summarsteðgin. NSÍ er í FM stríðnum, og tá skal liðið hava 3 stig á Argjum. Tað kann væntast, at hetta er júst rætta tíðspunktið hjá NSÍ at møta AB, tí ein hevur eina kenslu av, at NSÍ er klárari til at byrja aftur enn fleiri av hinum liðunum. Tað telur tó niður hjá NSÍ, at Árni Frederiksberg hevur leikbann. Tipping: 2 (1-2)

HB-FC Suðuroy
HB kemur ikki orduliga í gongd hetta kappingarár. Men tað er tíð enn til at rætta uppá tað, og HB er framvegis ikki úti av FM stríðnum. Men skal FM enda í HB, so skal liðið helst hava 30 stig fyri seinastu 10 dystirnar. Skráin fyrstu umførini eftir steðgin eigur eisini at geva vónir fyri, at HB fer at samla nógv stig saman komandi umførini. Fleiri verða faktisk ikki bilsin, um HB fær 15 stig fyri fyrstu 5 umførini eftir steðgin. Og gera teir tað í HB, so eru teir av álvara við í FM stríðnum áðrenn seinastu 5 umførini, har liðið m.a. skal møta øllum hinum trimum liðunum, ið eru við í FM stríðnum. Hjá FC Suðuroy verður spennandi at síggja, um Símun E. Samuelsen kann geva liðnum nakað. Hann fær ”debut” á ólavsøku móti HB, og tað skuldi verið gott høvi at víst seg fram. Men FC Suðuroy hevur higartil í ár bara fingið stig móti ÍF á útivølli, og tí er HB stórfavorittur. Men í fyrsta umfarinum eftir steðgin fáa vit neyvan nakran stórsigur. Tipping: 1 (3-1)

B36-ÍF
B36 hevur eins og HB eina skrá eftir summarsteðgin ið ger, at liðið kann fáa nógv stig fyrstu umførini. Burtursæð frá eini vitjan hjá EB/Streymi, so skal B36 ikki spæla aðrastaðni enn í Gundadali fyrr enn í 25. umfarinum, tá liðið vitjar KÍ. ÍF skal royna at fáa eina góða byrjan eftir steðgin, tí annars endar liðið í einum ongamannalandi, har tað liggur nú. ÍF vann fyrr í ár heldur óvæntað á heimavølli móti B36 við skerdum liði. Spurningurin er so, um ÍF av tí sama er eitt lið, ið passar væl til B36 og kann gera okkurt óvæntað á ólavsøku? Tað fáa vit at vita á ólavsøku, men tað er ikki væntandi, at ÍF fær nakað við sær norður aftur, hóast havnarfeløgini ikki altíð spæla upp til sítt besta á ólavsøku. Tipping: 1 (1-0)

EB/Streymur-KÍ
Nú verður hesin dysturin ikki leiktur við Margáir og tað kann kanska gera, at KÍ endiliga fer at vinna ein útidyst móti EB/Streymi? Ikki tí, eg trúgvi at vit fáa ein tættan og spennandi dyst, tí KÍ hevur tað ofta trupult móti EB/Streymi, og tað sóu vit seinast í steypakappingini fyrr í ár. Harafturat spælir KÍ uttan álopsleikara hendan dystin, tí Páll A. Klettskarð er langtíðarskaddur, meðan Kenan Hajdarevic hevur leikbann. EB/Streymur skal hava 4-6 stig hesar báðar fyrstu dystirnar – báðir á heimavølli móti KÍ og AB – eftir summarsteðgin fyri at hava realistiskan møguleika at yvirliva í deildini. Helst er hetta ringasta tíðspunkt at møta EB/Streymi saman við teimum fyrstu umførunum, tá t.d. B36 eisini misti stig til teir í sundalagnum. Tí verður tað helst eitt sera uppsett heimalið. Hjá KÍ er langt millum sigrarnar á útivølli, eins og tað er trupult at meta um, hvussu annars góða álopsspælið fer at koyra uttan teir báðar føstu álopsleikararnar. Ein smalur útisigur liggur í kortunum, men møguleikarnir hjá EB/Streymi er væl størri í hesum dystinum enn flest øðrum dystum. Tí kann dysturin fara báðar vegir. Tipping: 2 (1-2)