Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1870 Læknavaktin góðan dag !

Andrias Joensen

Einaferð fyrst í 1970 unum var eg noyddur at fara á Landssjúkrahúsið til serlækna innan næsa og hálssjúku. Tað sum eg minnist best frá hesum túrinum, var siglingin við Pride frá Klaksvík til Havnar, eg var sera illa fyri av sjóverki, og tá ið eg so tveir tímar og tíggju minuttir seinni stóð á Busatenga í Havn rullaði kajin so illa at eg illa fekk gingið, sjálvt í taxabilinum sum flutti okkum á Landssjúkrahúsið tyktist at rulla, ein ræðuligur túrur fyri ein sjúkan 12 ára gamlan drong, mamma mín sum var við mær helt lítið um hendan túrin.

Einaferð fyrst í 1970 unum var eg noyddur at fara á Landssjúkrahúsið til serlækna innan næsa og hálssjúku. Tað sum eg minnist best frá hesum túrinum, var siglingin við Pride frá Klaksvík til Havnar, eg var sera illa fyri av sjóverki, og tá ið eg so tveir tímar og tíggju minuttir seinni stóð á Busatenga í Havn rullaði kajin so illa at eg illa fekk gingið, sjálvt í taxabilinum sum flutti okkum á Landssjúkrahúsið tyktist at rulla, ein ræðuligur túrur fyri ein sjúkan 12 ára gamlan drong, mamma mín sum var við mær helt lítið um hendan túrin.

Nú góð 40 ár seinni endurtekur søgan seg. Eg havi gingið við krími eina viku, um morgunin 31 12 2014 havi eg so ilt í hálsinum, at tað fæst ikki ein biti niðurum og mál er einki tað bara grælar í. Klokkan er 8:30. Eg má fara til lækna, ístaðin fyri at ringja koyri eg í hálvmyrkrinum heim á nýggju snotuligu læknamiðstøðina við Sandin, men her er myrkt um alt húsið. Eg fari síðani út á Klaksvíkar Sjúkrahús at leita mær hjálp, komin innum er kvirt sum í grøvini, ein pappírslepi á vegginum sigur at fólk við sjúkraørindum kunnu venda sær til deild M, og eg so geri. Ein eldri sjúkrasystir spyr um míni ørindi, eg fáið græla somikið at hon skilir støðuna eg eri í. Set tú teg uttanfyri skaðastovuna at bíða og eg so geri, 3 minuttir seinni kemur ein yngri sjúkrasystur. Hon spyr um eg havi ringt 1870, eg royni so at fáa hana at skilja, at tað er mær næstan ómøguligt at føra eina telefonsamtalu fyri hálsinum. Her er eingin vón, av tí at eg ikki eri ein akkutur skaðastovu sjúklingur skal eg royna at ringja 1870 fyrst, og fyri tað næsta hevur læknin verið uppi í nátt, og liggur nú og svevur, og hon hevur ikki í hyggju at vakja hann enn. Eg standi sum kánus, so má eg heldur royna at ringja. Síðani fer hon innaftur á deild M, og hurðin fer sjálvvirkandi aftur. Tann tyngjandi kvirran legði seg aftur um gongina, tað einasta ljóðið sum hoyrist er ljóðið frá mínum fetum meðan eg fari niður trappurnar. Eg komi at hugsa um alt tað eg havi hoyrt og lisið um hettar sjúkrahúsið millum annað nøgdsemiskanningar, men tær eru nokk gjørdar á øðrum grundarlagi. Hevði eg verið spurdur um eg var nøgdur í hesum eygablikkinum hevði tummilin uttan iva vent niður so skuffaður var eg.

Komin at húsum royni eg at ringja 1870, ein blíð konufólkarødd svarar. Eg royni at greiða henni frá mínum trupuleikum, nú sær betri út, klokkan er júst farin av níggju, og hon hevur eina tíð til mín kl. 10:30 fínt. Ert tú hølunum hjá

Magnus ella niðri undir hjá Hanusi ? nei ! tygum hava ringt til Landssjúkrahúsið , heilidagar arbeiðir læknavaktin út frá Landssjúkrahúsinum. Og harra Gud tann sama søgan umaftur. Eingin læknavakt í norðoyggjum heilidagar.

Tað var ikki í mínum hugaheimi, satt at siga trúði eg at hesi viðurskiftini vóru fingin í rættlag. Tað hevur verið so nógv skrivað um hesa deyðskoyring millum

norðoyggjar og Landssjúkrahúsið tað er óskiljandi at hettar óskilið skal fáa


loyvið at halda áfram.

Eg fari á netið, veðurmátingarnar siga frá 25 uppí 45 metrar í morgun. Eg fari, á Borðoyavík sást Oyrabygd ikki fyri sjóroki, sama veðrið er allan vegin suðureftir, og koyrilíkindini eru av teimum ringastu orsaka av vindi og regni. Men eg kom leiðina framm, og fekk avgreitt míni ørindi á Landssjúkrahúsinum og koyrdi síðani norðureftir aftur, á vegnum norðureftir kom eg at hugsa um túrin við Pride á sinni, hesaferð hevði eg ikki sjóverk, men hesin túrurin var uttan iva nógv farligari, tað kundi verið so skjótt at bilurin lá við síðuna av vegnum sum vrak og fólkaskaði var hendur. Tað var tað so ikki hesaferð tíbetur. So er spurningarnir til landsstýrismannin sum varar av økinum :

Hvussu leingi skulu vit norðingar halda áfram við hesi skilaleysu sjúkrakoyring við lívinum sum innsatsi ?

Er tað ikki ein sjálvfylgja, at sjúklingurin sum er komin úr norðoyggjum fær ferðina endurgoldna á Landssjúkrahúsinum, ístaðin fyri at skula søkja um endurgjald fyri ferðing ?

Túrurin aftur og framm við tunnilsgjaldi og benzini liggur um 250 krónur.

Verður tað arbeitt við at finna eina loysn á hesum stóra trupuleikanum ?

Um tað er meiningin at Læknamiðstøðin í Klaksvík skal vera óvirkin heilidagar, og fólk úr norðoyggjum framhaldandi skulu venda sær til Landssjúkrahúsið, kann tað so hugsast, at ein sjúkraflutningstænasta verður sett á stovn fyri tey í norðoyggjum sum hava brúk fyri læknahjálp heilidagar ?

Her verður serliga hugsa um tey ið ikki hava bil, eina mammu við fleiri børnum, sum skiftivís má hyggja á vegin frammanfyri bilin, og á baksetrið har børnini gráta av pínu og møði ov lítlum svøvni, tað kann vera so nógv sum bagir og ikki at gloyma tey gomlu sum ikki seta seg føran fyri at koyra so langt sjálvi.

Sum tey flestu vita av skulu vit skjótt á val aftur.

Væntar landsstýrismaðurin, sum hevur abyrgd av hesum málsøkinum, sær nógvar stemmur frá norðoyðingum, um hettar málið við einari stongdari læknamiðstøð í Klaksvík heilidagar ikki verður loyst í hesum valskeinum ???

Andrias Joensen

Klaksvík