Fríggjadagin er dystur á Summar Festivalinum, meðan umfarið endar í Sarpugerði mánakvøldið.
AB-ÍF
AB er komið fyri seg seinastu tíðina og úrslitini nú minna ikki um ein niðurflytara. Hendan dystin er Sorin Anghel tøkur aftur, og tað er gott fyri heimalið. ÍF hevur eins og AB fingið 4 stig eftir summarsteðgin, so hetta er ein uppgerð millum tvey lið í viðgongd. AB hevur heimavøll og kanska størri trúgv uppá tingini í løtuni eftir sigur í Gundadali móti HB seinast. Men AB hevur bara vunnið einaferð á heimavølli í ár, sum var móti niðasta liðnum í deildini B68, meðan ÍF bara hevur vunnið einaferð á útivølli, sum var móti EB/Streymi. Ein javnleikur tykist mest upplagdur. Tipping: X
Skála-HB
Pauli Poulsen hevur sum venjari 7 stig í 4 dystum fyri Skála. Tað er ein góð gongd. Men stigini eru komin móti miðal ella botnliðum. Hendan uppgávan er væl størri. HB tók ikki av møguleikanum at spæla seg inn aftur í FM stríðið seinast. Tá manglaði liðskiparin Fróði Benjaminsen, sum nú er tøkur aftur. Hann er klárt mest týðandi leikarin hjá HB. HB tapir neyvan tveir dystir á rað, so her er lætt at tippa ein útisigur. Tipping: 2
B36-NSÍ
Okkurt bendur á, at B36 hevur fingið beinini eitt sindur niður á jørðina hóast trygga leiðslu. Avrikini seinastu tíðina hava ikki verið eins sannførandi sum í fyrru hálvu. NSÍ vinnur framvegis ikki móti topp 7 liðum. Hesin dysturin verður helst tættari enn stigatalvan sigur, tí NSÍ eigur at kunna geva harða mótstøðu. Í Runavík hevði NSÍ gott tak á B36 hóast tap. Men dysturin er í Gundadali og tí liggur hann til at enda við einum heimasigri ella møguliga einum javnleiki. Tipping: 1
Víkingur-EB/Streymur
Dysturin verður mánakvøldið og áðrenn tað skal Víkingur spæla ein dyst í Kroatia. Tí er ringt at meta um, hvussu Víkingur verður mannað. Men Atli Gregersen er heilt vist ikki við vegna leikbann. EB/Streymur hevur vunnið móti B36 og HB og tað vísir, at tað eru evnir og potentiali á liðnum. Móti Víkingi hava teir havt tað sera trupult seinastu dystirnar. So hóast EB/Streymur hevur betri fortreytir við hvíld og manning, so kann Víkingur manna seg upp til at fáa 3 stig á heimavølli. Tipping: 1
KÍ-B68
KÍ fær fýra leikarar – Jóhan Jacobsen, Henry Heinesen, Álvur Christiansen og Sørmund Kalsø – aftur til hendan dystin. Tað gevur venjaranum møguleikar og fleiri kort at spæla við. KÍ avrikini eftir summarsteðgin hava verið á einari leið, men nú skal ein sigur til hjá klaksvíkingum. B68 er í kreppu og hevur ikki vunnið síðani 18. mai, tá teir smurdu júst KÍ av á Svangaskarði. Tann dysturin og tað at KÍ spælir á Summar Festivalinum ger, at vit als ikki skulu heilt avskriva B68 hendan dystin. Tað er ikki óhugsandi, at vit fáa ein spennandi dyst, men KÍ á heimavølli móti niðasta liðnum eigur at megna at hála fyrsta sigurin á Summar Festivalinum síðani 2007 heim. Tipping: 1




