Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

19. umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Sunnudagin klokkan 15.00 vera allir fimm dystirnir í 19. umfarinum í Effodeildini spældir.Niðanfyri metir Norðlýsið um komandi umfar.

Sunnudagin klokkan 15.00 vera allir fimm dystirnir í 19. umfarinum í Effodeildini spældir.

Niðanfyri metir Norðlýsið um komandi umfar.

Víkingur-AB 1

Ein nógv truplari dystur at meta um, enn ein kundi vænta fyri eini tíð síðani. AB hevur ikki tapt síðani teir spældu móti Víkingi á Argjum í 12. umfarinum. Samstundis stendur AB seg vanliga væl í Norðragøtu, har teir hava vunnið báðar teir seinastu dystirnar millum liðini. Hjá Víkinga sita Atli Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus uttanfyri við leikbanni, og tað fer helst at merkjast, tí hetta eru oddamenn í vinnara hugburðinum hjá heimaliðnum. AB hevur møguliga nýggja útlendska álopsleikaran tøkan. Víkingur hevur ikki tapt síðani 10. umfar, men seinastu tríggir dystirnir eru endaðir við javnleiki. Í tippingini er torir ein ikki at seta AB at vinna triðju ferð á rað í Sarpugerði, so tað stendur millum javnleikin ella ein heimasigur. Heimavøllurin ger tað lættast at seta eitt 1-tal.

NSÍ-B68 1

So fær NSÍ endiliga 3 stig aftur. NSÍ hevur ikki vunnið nakran dyst síðani 12. umfar, tá teir seinast spældu móti einum av teimum trimum niðastu liðunum, sum NSÍ hevur fulla úrtøku ímóti. B68 fekk stig í Klaksvík og tað var teirra fyrsta á útivølli, men NSÍ liðið er nógv betri ført fyri at skapa ein dyst og neyðugar mál møguleikar, sum skulu til fyri at vinna. Hóast hetta er ein grannauppgerð, so kann ikki væntast, at eitt sera uppsett NSÍ lið fær trupulleikar av einum B68 liði, sum longu hevur annað beinið í 1.deild næsta ár.

B36-Skála 1

B36 hevur beina kós móti FM heitinum, meðan Skála hevur beina kós móti 1.deild. B36 hevur heimavøll og gott tak innanhýsis móti Skála í ár. Tað er trupult at ímynda sær, at Skála skal gera ein ”AB” í Gundadali. Tryggur heimasigur.

EB/Streymur-HB 2

EB/Streymur byrjar at fáa gott tak á 4.plássinum, sum helst gevur Europa League fótbólt komandi ár. Liðið hevur ikki tapt í fýra dystum og móti júst HB hava sundalagsmenn fingið 4 av 6 stigum í ár. Tað er stórt trýst á HB undan dystinum, tí teir vita, at B36 mest sannlíkt vinnur sín dyst og so er munurin 9 ella 10 stig, um teir ikki vinna við Margáir. Og tá eru bara 24 stig eftir at kappast um. Bæði HB og B36 hava tapt móti EB/Streymi, so nú eru HB leikararnir ávaraðir. Hesin dysturin er púra opin, men tað at HB hevur so nógv brúk fyri einum sigri kann hugsast at gera munin, tí EB/Streymur hevur stig at geva út av í Europa League stríðnum.

ÍF-KÍ 2

Fyri tveimum vikum síðani hevði ein havt lætt við at tippað eitt 1-tal her. Men síðani eru umstøðurnar hjá liðunum broyttar. ÍF hevur mist týdningarmikla Karl Løkin, meðan Høgni Zachariassen og Jan Ellingsgaard eru skaddir og úti av hesum dystinum. Ari Ellingsgaard hevur leikbann, og hann er tann ÍF leikarin, sum hevur flest mál og upplegg tilsamans í ár. Poul N. Mikkelsen er eisini uttanfyri hendan dystin og Nenad Saric er burturstaddur. KÍ liðið hinvegin er nærum fullmannað og hevur 6 av 6 møguligum stigum og málúrtøkuna 7-1 samanlagt móti ÍF í ár. KÍ hevur mangan havt gott tak á ÍF, men givið er, at heimaliðið verður sera tendrað, tí avrikini eftir summarsteðgin hava ikki sannført heima áskoðararnar. KÍ hevur ikki vunnið í fýra dystum. Ein at síggja til javnur dystur, har tað kann hugsast at innanhýsis tak og minni fráfall ger, at KÍ ger slætt borð móti ÍF í 2014.

Harleywoodpaint