Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

19. umfar: Sera avgerandi dystur í Sarpugerði

Jákup Ósá

Vinnarin í Sarpugerði tekuroddasessin og verður favorittur at vinna FM, meðan KÍ og NSÍ møtaliðum, sum elska at arga toppliðini.

Sunnudagin verður 19. umfar íEffodeildini leikt. Kappingin er sera spennandi, nú havnarliðinihava blanda seg uppá har frammi. B36 kappast um FM, meðan HB aválvara hevur spælt seg inn aftur í stríðið um Europa Leaguepláss. Niðanfyri verður mett um 19. umfar í Effodeildini, harstórdystur er í Norðragøtu, meðan KÍ og NSÍ møta liðum, sumelska at arga toppliðini.

TB/FC Suðuroy/Royn-ÍF

Her fær annað ella bæði liðinisíni fyrstu stig eftir summarsteðgin. TB/FC Suðuroy/Royn er íniðurflytingarvanda í løtuni. Men liðið hevur møtt topp 5liðunum seinastu fimm dystirnar og tað hevur ikki passað liðnumvæl. Hesin heimadysturin móti botnliðnum skal vinnast, tí annarskoma suðuroyingar at fáa tað trupult við at halda seg burtur fráavgjørda botnstríðnum. Sum eg havi skilt, so spældi ÍF ein góðandyst móti Skála og skuldi verið á odda við fleiri málum, áðrennSkála kom á odda. Kanska er tað tekin um, at liðið við AlbertEllefsen sum venjara fer at leggja meira fyri og geva harðarimótstøðu, hóast niðurflytingin helst longu er veruleiki. ÍTrongisvági er heimaliðið favorittur, hóast bæði liðini ikkihava roynt annað enn at tapt eftir summarsteðgin. TB/FCSuðuroy/Royn hevur eisini meira at spæla fyri, tí í ÍF hava teirhelst longu staðfest, at niðurflytingin næstan er veruleiki.Tipping: 1 (2-0)

HB-07 Vestur

Hesin dysturin fer neyvan at veraspennandi. HB hevur havt sera gott tak á 07 Vestur í ár oghesaferð spælir 07 Vestur uttan leikbannaða Ken Fagerberg. HBhevur vunnið á KÍ, Víkingi og NSÍ og fleiri ferðir sannførandi.Aleksandar Stankov, Sebastian Pingel og Øssur Dalbúð síggja úttil at hava funnið góða samanspælið fram, og tá HB altíðletur fá mál inn eitt kappingarár, so blívur úrslitið gott. 07Vestur hevur bara fingið eitt stig móti topp 5 liðunum, og táhesi liðini spældu í Sørvági seinast var stórur munur áliðunum. HB tekur enn eitt stig ímóti at nærkast liðunumframmanfyri seg. Tipping: 1 (3-0)

NSÍ-EB/Streymur

Fyrri dysturin millum hesi liðini íRunavík endaði 1-1. Verður NSÍ eins nógv skert sum seinast, soer kanska ein møguleiki hjá EB/Streymi at endurtaka eitt slíktúrslit. EB/Streymur hevur fingið góð úrslit eftir summarsteðginog gevur sum oftast øllum dygga mótstøðu, tí vit skulu aftur til3. juni, tá mótstøðuliðið var NSÍ, at ein dystur var tapturvið meir enn einum máli. Men eftir tvey tap fer NSÍ at leggja nógvfyri at reisa seg, og vit sóu móti TB/FC Suðuroy/Royn, at liðiðkann spæla væl, uttan at Árni Frederiksberg er við. Hetta er eindystur, har yngru leikararnir helst fáa betri umstøður at traðkatil enn í Gundadali. Jann Benjaminsen og Petur Knudsen spæla kanskaavgerandi leiklutirnir í einum teprum NSÍ sigri. Tipping: 1 (2-1)

Víkingur-B36

Hetta er ein dystur, ið er seraavgerandi fyri hesi bæði liðini, sum í løtuni liggja nummar 1 og2. Vinnarin tekur oddasessin. B36 hevur tó ikki ráð at tapadystin, um liðið ætlar at vinna FM, tí tá er stórur møguleikifyri, at tað komandi mikukvøld vera 7 stig upp til oddasessin viðbara 7 dystum eftir at spæla. Hinvegin verður B36 favorittur atvinna FM, um liðið megnar at vinna hendan dystin, tí tá hevurliðið vunnið 8 sigrar á rað umframt, at dystirnir á pappírinumeru lættari framyvir enn hjá kappingarneytunum. Vinnur B36 FM, sokann væntast, at teir fara at peika á ein slíkan sigur sum hendansum ein avgerandi dystur í kappingini. Við einum javnleiki, sogevur tað møguleikan til NSÍ, KÍ og HB at nærkast oddinum, og tákunnu vit fáa eina støðu, har fimm lið hava realistiskanmøguleika at vinna FM í endaspurtinum. Formkurvan sigur, at B36 erfavorittur hendan dystin, men hagtølini og stigatalvan siga, atVíkingur vinnur. Sámal Erik Hentze hevur sum Víkinga venjarivunnið 4 av 5 dystum móti B36, har tann eini endaði viðjavnleiki. Víkingur hevur uppskriftina at vinna á B36. Vit sóu, ateitt sera verjukent NSÍ lið fleiri ferðir var nær við at skorauppá kontraálop mikukvøldið og uppá slík álop er eitt nærumfullmannað Víkinga lið betri fyri at revsa B36. B36 fer at havabóltin meir, men hevur ikki ráð at gera mistøk. ÚthvílduVíkingarnir kunnu fara at revsa mistøkini sum koma, um B36 spælirvið eins stórum váða í álopspartinum, sum teir mangan gera. Einsera spennandi dystur, sum kann fara báðar vegir. Dysturin er íSarpugerði og vit fara at halda okkum til, at Víkingur framvegishevur uppskriftina at vinna á B36. Tipping: 1 (2-1)

Skála-KÍ

KÍ tapti við Margáir herfyri og færnú aftur eina líknandi uppgávu. At spæla á Skála og viðMargáir er áleið sama slag av dysti. Rakar tú ikki dagin, so erstórur vandi fyri at missa stig her. Á Skála hevur heimaliðiðvunnið á NSÍ og tikið stig frá B36 og HB. Einki topp 5 liðhevur megnað at vunnið á Skála, og so vil hendan komandi vikanvísa, um KÍ og/ella Víkingur megna tað. Skála er ikki leyst frábotnstríðnum, og KÍ eltir sín fyrsta sigur síðani fyrsta umfareftir summarsteðgin. Hjá KÍ hevur Jonas F. Rasmussen leikbann,meðan Semir Hadzibulic og Hørður Askham eru tøkir aftur eftirleikbann, meðan ivasamt er, um Páll A. Klettskarð verður klárur.Jonas hevur víst seg at hava stóran týdning, men KÍ vann tóeinasta dystin, sum var á heimavølli móti ÍF, ið hann ikki hevurspælt í ár. KÍ vann í fjør á Skála og vendi rákinum við atikki vinna á Skála. Við gongdini hjá Skála í huga, har liðiðsum oftast spælir upp ímóti toppliðunum og ofta fær stig,samstundis sum KÍ seinast fekk sítt fyrsta stig í trimum dystum,so verður talan helst um javnan og spennandi dyst, sum kann farabáðar vegir. Tað mest upplagda er kanska at seta ein javnleik á.Tipping: X (1-1)