Metingar: Víkingur er besta liðið í Effodeildini í løtuni og kann staðfesta tað støðuna sunnudagin við ársins fyrsta sigri á KÍ, har málini rapla inn fyri tíðina.
EB/Streymur-AB
Hetta er avgerandi dystur í botnstríðnum. Tapir EB/Streymur her, so eru teir helst farnir, meðan hetta er ein av dystunum hjá AB, ið má geva fulla úrtøku, um liðið skal fanga FC Suðuroy. EB/Streymur fekk vent einum hóttandi stórtapi móti KÍ til ein javnleik og útfrá dystargongdini, so eru teir í EB/Streymi helst nøgdir við eina stigið í tí dystinum, hóast liðið ikki hevur ráð til fleiri javnleikir í ár. AB hevur eitt á pappírinum gott lið í løtuni, og AB gav eisini NSÍ harða mótstøðu seinast. Trupulleikin hjá AB er, at liðið stendur seg ofta illa móti kappingarneytunum í botninum. M.a. hevur liðið fyrr í ár tapt móti bæði EB/Streymi og FC Suðuroy. AB hevur uttan iva eitt betri lið enn EB/Streymur í løtuni, men hesin dysturin kann fara báðar vegir. Tipping: 2 (0-1)
HB-TB
Sum skilst var HB avrikið á ólavsøku lítið at rópa hurrá fyri. Liðið hevur gjørt nakrar broytingar í summar eins og tað kanska ikki er á ólavsøku, at HB avrikar best. Men HB hevur ikki ráð til at bíða meir við at vinna dystir, um FM møguleikan skal varðveitast. Nú skal HB helst vinna allar írestandi dystirnar fyri at møguliga vinna FM. Longu nú er greitt, at HB ikki kann røkka sama stigatali sum í fjør. Hjá TB sá ikki gott út í Norðragøtu seinasta dyst. Tað sá út sum, at TB var ikki komið aftur úr feriu og tann serligi stríðsviljin var ikki nógv at síggja. TB hevur fyrr í ár fingið tveir javnleikir móti HB, so uppflytararnir kunnu gera okkurt í Gundadali á einum góðum degi. Men HB er favorittur. Tipping: 1 (2-1)
B36-FC Suðuroy
Spurningurin er, um tað var B36, sum var sera sannførandi ella um tað var ÍF, sum var sera vánaligt á ólavsøku? Í øllum førum sá tað sera lætt út hjá B36 og nýggi danski framherjin Philip Lund fekk eina dreymabyrjan, tí hann var við í øllum 4 málunum hjá B36. FC Suðuroy fekk á ólavsøku eitt av sínum bestu úrslitum á útivølli í ár. Liðið skal spæla á sama vølli hesaferð, men mótstøðuliðið er væl sterkari hesaferð. B36 hevur leikararnar til at fáa hol á móti FC Suðuroy og kemur fyrsta málið skjótt, so kann talan eisini blíva um ein stórsigur. Tipping: 1 (3-0)
NSÍ-ÍF
NSÍ fekk fult á Argjum, har tey flestu liðini helst fara at fáa tað trupult tað, ið eftir er av árinum. NSÍ hevur alt at spæla fyri og kann framvegis vinna greipuna í ár, men so skal alt passa væl saman seinasta partin av kappingini, tí tað eru onnur lið, ið eru størri favorittar. ÍF avrikið var sera vánaligt á ólavsøku. Har vóru fleiri leikarar á liðnum, ið als ikki sóu út til at vera upplagdir til Effofótbólt í løtuni. Tað tykist sum um luftin er farin úr ballónini hjá fuglfirðingum, men mest sannlíkt fer okkurt gott avrik at koma inn ímillum. NSÍ hevur fult stigatal móti ÍF í ár og tey hagtølini eiga at standa við eftir seinasta innanhýsis dystin millum liðini, tí ÍF liðið, ið spældi á ólavsøku, er als ikki klárt enn til at spæla eftir summarsteðgin. Tipping: 1 (4-1)
Víkingur-KÍ
Eitt av formsterkastu liðunum á heimavølli móti eitt av formveikastu liðunum. Víkingur hevur ikki tapt síðani liðið vitjaði í Klaksvík, meðan KÍ ikki hevur vunnið síðani sigurin á Argjum. Víkingur smurdi TB av seinast uttan fleiri av sínum profilum, og Víkingur er uttan iva besta liðið í deildini í løtuni. KÍ liðskiparin og stýrimaðurin í verjuni, Jonas F. Rasmussen, hevur leikbann og hóast hann spældi sera illa á Skála, so hevur hann mangan verið lyklaleikari í slíkum dystum sum hesum. Hinvegin er Kenan Hajdarevic aftur tøkur eftir leikbann, og so verður uppgávan, at fáa hann at passa saman við Jóannes Bjartalíð, sum vísti stórspæl í fyrra hálvleiki á Skála móti EB/Streymi sum fremsti maður. Burtursæð frá tveimum fyrra hálvleikum móti HB, so hevur KÍ ongantíð fingið bank frá nøkrum liði í ár, og samstundis hevur liðið ikki tapt móti Víkingi. Tað telur eitt sindur upp, tí útfrá verjuspælinum hjá KÍ í dystinum móti EB/Streymi og álopsspælinum hjá Víkingi móti TB, so kann hetta lættliga blíva ein tryggur sigur til heimaliðið. Fær KÍ hinvegin verjupartin at rigga, so kann hetta blíva mest spennandi dysturin hetta umfarið. Víkingur hevur vunnið fimm teir seinastu dystirnar og ongantíð skora færri enn trý mál hesar dystirnar, meðan KÍ hevur latið sjey mál inn seinastu tveir dystirnar. Tað vanliga er eisini, at tað eru sera undirhaldandi dystir og ofta nógv mál, tá hesi bæði liðini møtast. Tipping: 1 (3-1)




