Leygardagin fara 1980 arnir og 1990 arnir hjá KÍ at spæla steypadyst í Klaksvík.
Leygardagin verður dystur millum fyrrverandi KÍ leikarar. Talan er um dyst millum tvey lið við leikarum, sum spældu í 1980 unum og í 1990 unum. 1980 ini vóru soltin í KÍ samanhangi. Einki steyp bleiv vunnið hesi árini og tað er einasta 10 ára tíðarskeið saman við 2000-2010, at KÍ einki hevur vunnið. Hinvegin vóru 1990 ini góð hjá KÍ. 11 heiðursmerkir umframt søgulig avrik í Europa kappingunum. KÍ vann í miðal eina kapping annaðhvørt ár (5) hetta tíðarskeiðið.
Glæsiligu 1990 ini
1990: Vunnu løgmanssteypið
1991: Vunnu FM
1992: Silvur í steypakappingini + bronsa í landskappingini + fyrstu føroyska liðið í Europa kapping
1993: Bronsa í landskappingini
1994: Vunnu løgmanssteypið
1995: Vunnu á Macchabi Haifa (fyrsti sigurin hjá nøkrum føroyskum liði í Europa kapping)
1996: Silvur í landskappingini
1997:
1998: Silvur í steypakappingini + silvur í landskappingini
1999: Vunnu løgmanssteypið + vunnu landskappingina
Kappingarár: 10
Gull heiðursmerkir: 5
Onnur heiðursmerkir: 6
1980 ini soltin
1985: Bronsu í landskappingini
1983: Bronsu í landskappingini
1982: Bronsu í landskappingini
1980: Bronsu í landskappingini
Dysturin leygardagin verður við Djúpumýru kl. 17.00.




