Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

19.umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Fleiri spennandi dystir eru um vikuskiftið, har KÍ á SummarFestivalinum fær vitjan av ÍF.

 

NSÍ-AB 1

NSÍ hevur ein dyst í steypakappingini í beinunum, mentykjast sum eitt lið, ið hevur fatur á rætta endanum í løtuni. Heðin Askham feruttan iva at gera nógv fyri at fáa góða støðuga gongd á í landskappingini, núliðið reyk út úr steypakappingini. AB er saman við HB kanska besta liðið ídeildini í løtuni, men tó við einum ávísum fyrivarni. Tí AB hevur júst leikt 5heimadystir á rað og hava ongan útidyst vunnið í ár. Nú kemur avbjóðingin hjáargjamonnum, sum spæla 6 av 9 ferðum á útivølli restina av kappingini. Norðlýsiðhellir meira til NSÍ, men hesin dysturin er rættuliga opin.

 

07Vestur-B36 2

07Vestur hevur sum væntað havt tað trupult í ár. Á Argjumseinast fingu teir ikki fylt upp uppá sigurin móti KÍ, og so er spurningurin,um vágamenn hava givið upp. Tí seinasta triðingin av kappingini skulu teirvinna eini 5 av teimum seinastu 9 dystunum fyri at yvirliva, og tað er ikkiserliga sannlíkt. B36 liggur og stríðist um seinasta Europa League plássið. Soleingi sum liðið er fullmannað eigur tað eisini at fara at ganga væl. Tað ertrupult at spæla á vøllinum í Sørvági, men Norðlýsið hevur B36 sum favoritt.

 

EB/Streymur-TB 1

Verandi meistarar eru úti av meistarastríðnum í 2013, meneru sum vanligt í steypafinaluni. So er spurningurin, um teir fara at veramotiveraðir nokk til at stríðast um eitt bronsu heiðursmerkið seinastatriðingin. Hjá TB gongur av skriðuni og á útivølli vinna teir ikki yvirhøvur. MálverjinIvan Stojkovic hevur leikbann, og tað ger ikki støðuna betri. Er EB/Streymurmotiverað nokk til dystin, so endar sigurin í sundalagnum. 

 

HB-Víkingur 1

HB telur niður, til teir alment kunnu kalla segføroyameistarar 2013. Sjálvsálitið er í topp og tá hevur tað minni at siga, atein lykla leikari sum Símun Samuelsen situr uttanfyri við skaða. Hjá Víkingihevur tað koyrt sum eftir ánni síðani venjaraskiftið. Liðið hevur fingið luftniður til tey niðastu liðini og hava eisini marginalarnar við sær í teimumtøttu dystunum. Hesin dysturin hevur seinnu árini ofta verið tættur í Gundadaliog tað verður hann helst aftur hesaferð. Men HB hevur havt størri hvíld, erheimalið og sambært stigatalvuni eitt nógv betri lið.

 

KÍ-ÍF 2

Hjá klaksvíkingum gongur framvegis illa at fáa stig. Menavrikini seinastu vikuna peika rætta vegin og vóru marginalarnir við, so fekkliðið betri úrslit móti bæði Víkingi og EB/Streymi. Leikararnir leggja nógvfyri og nú skulu einfaldu feilirnir ruddast burtur. Hjá ÍF var tað eittbakkast, at liðið tapti seinast á Svangaskarði móti NSÍ. Har fingufuglfirðingar eisini tvey leikbann, so hvørki Bartal Eliasen ella Høgni Madsenfáa spælt við á Summar Festivalinum. Á manningarsíðuni heldur Norðlýsið, at taðer ikki stórur munur á liðunum hesaferð. Men Summar Festivalur er, har KÍvanliga hevur tað sera trupult, KÍ hevur ikki vunnið í landskappingini í meiraenn tríggjar mánaðir og marginalarnir koppa skeiva vegin hóast góð avrik íseinastuni. Tí fær man ikki umgingið at seta ÍF – sum eisini hevur fyrimunin avlongri hvíld –  til vinnara.