1.deild hevur mest stig nakrantíð
Talan er um bestu stigúrtøkuna hjá 1.deild hjá KÍ nakrantíð fyri 19 umfør.
Tá skal viðmerkjast at hetta umfatar næstbesta liðið hjá KÍ í 1.deild. Ta eina árið – í 2010 – tá KÍ hevði sítt besta lið í 1.deild, var stigatalið hægri.
Á FaroeSoccer finnast tøl frá 1.deild aftur til 1976. Og frá 1994 er neyðugt at umrokna dystirnar til at geva 3 stig fyri hvønn sigur og 1 stig fyri javnleik, tá áðrenn 1994 gav ein sigur 2 stig.
1992 er einasta ár, har tað kundi verið betri, tí tá blivu einans 18 umfør leikt og KÍ fekk 32 stig fyri hesar 18 dystirnar. So hóast KÍ ”bara” liggur nummar 4, so er tað í stigum eitt søguliga gott ár hjá næstbesta liðnum hjá KÍ.
Hagtølini eru hesi fyri 19 dystir:
2015: 33 stig
2014: 15
2013: 26
2012: 23
2011: Einki lið
2010: 37 (besta liðið hjá KÍ)
2009: Einki lið
2008: 15
2007: 14
2006: 23
2005: Einki lið
2004: 13 (18 dystir)
2003: 25 (18 dystir)
2002: 25 (18 dystir)
2001: 16 (18 dystir)
2000: 23 (18 dystir)
1999: 15 (18 dystir)
1998: 26 (18 dystir)
1997: 27 (18 dystir)
1996: 26 (18 dystir)
1995: 24 (18 dystir)
1994: 14 stig (18 dystir)
1993: 20 stig (18 dystir)
1992: 32 stig (18 dystir)
1991: 18 stig (18 dystir)
1990: Einki lið
1989: Einki lið
1988: Einki lið
1987: Einki lið
1986: Einki lið
1985: Einki lið
1984: Einki lið
1983: Einki lið
1982: Einki lið
1981: Einki lið
1980: Einki lið
1979: 1 stig (14 dystir)
1978: 11 stig (12 dystir)
1977: 16 stig (12 dystir)
1976: Einki lið




