Megnar 1.deildarliðið hjá KÍ at vinna í Vági í morgin, so skrivar liðið søgu.
1.deild hjá KÍ hevur staðið seg væl í ár. Liðið liggur á 2. plássi við 30 stigum fyri 14 dystir. Mikudagin kl. 13.00 spælir KÍ í Vági móti næstbesta liðnum hjá TB/FC Suðuroy/Royn, sum liggur á 8. plássi við 16 stigum. At talan verður um trupla uppgávu benda hagtølini í øllum førum á. Tí KÍ hevur ongantíð í søgu felagsins vunnið ein dyst í næstbestu deildini móti einum liði frá TB ella úr Vági. Liðið hevur spælt 26 dystir og bara einaferð hevur eydnast at fingið stig. Her skal tó havast í huga, at sum oftast hevur liðið úr Suðuroynni spælt við sínum besta liði í næstbestu deildini. KÍ kann skriva søgu, um liðið vinnur í Vági. Niðanfyri eru hagtølini, har KÍ altíð merkir næstbestaliðið uttan í 2010. Hjá suðuroyarliðunum er viðmerkt, nær talan er um næstbesta liðið.
2016: FC Suðuroy-KÍ 1-0
2014: FC Suðuroy-KÍ 2-2, TB-KÍ 3-0, TB-KÍ 7-1
2013: FC Suðuroy-KÍ 2-0, TB 2-KÍ 3-0
2010: TB-KÍ 1 2-1, TB-KÍ 1 2-1
2008: VB/Sumba-KÍ 8-0, VB/Sumba-KÍ 5-1, TB-KÍ 0-0(TB vann uttan dyst)
2007: TB-KÍ 2-0
2006: TB-KÍ 3-2, TB-KÍ 6-0
2004: TB-KÍ 4-1, VB 2-KÍ 1-0
2003: VB 2-KÍ 5-1, TB-KÍ 4-1
2002: VB 2-KÍ 7-2
2001: TB-KÍ 4-1
2000: TB-KÍ 5-1
1999: TB-KÍ 3-1
1997: TB-KÍ 2-0
1995: Sumba/VB 2-KÍ 4-0
1994: VB-KÍ 5-0
1977: TB 2-KÍ 5-3
Dystir: 26
Suðuroyarlið vunnið: 25
Javnleikur: 1
KÍ vunnið: 0
Tá vit telja Sumba og Royn uppá, so hevur gingist nakað betri, tí KÍ hevur tríggjar ferðir vunnið á einum av hesum liðunum. Seinasti sigurin í Suðuroynni var afturi í 1995, tá KÍ vann á Royn. Vit skulu sostatt 22 ár aftur í tíðina fyri at finna seinasta KÍ sigurin í Suðuroynni í næstbestu deildini.
2004: Sumba-KÍ 2-1, Royn-KÍ 4-1
2003: Sumba-KÍ 8-1
2002: Sumba-KÍ 4-0
2001: Sumba-KÍ 5-0
2000: Royn-KÍ 0-0
1999: Royn-KÍ 2-0
1998: Royn-KÍ 1-1
1997: Royn-KÍ 1-0, Sumba-KÍ 1-0
1996: Sumba-KÍ 11-0
1995: Royn-KÍ 0-3 (Á KÍ liðnum hendan dagin: Geir Wardum, Andreas Josephsen, John Syderbø, Meinhard Hansen, Pætur við Keldu, Karl Marius Poulsen, Høgni Kastalag, Andras S. Jacobsen, Egil Leivsgarð, Bjarni Z. Dahl, Marni Isaksen, Ólavur Kjølbro, Allan Poulsen. Málskjúttar: Karl Marius Poulsen 2 og Pætur við Keldu)
1994: Sumba-KÍ 2-0, Royn-KÍ 1-4
1993: Royn-KÍ 2-1, Sumba-KÍ 1-1
1992: Royn-KÍ 1-0, Sumba-KÍ 0-2
1991: Royn-KÍ 4-1
1979: Royn-KÍ 6-1
1978: Royn-KÍ 5-0
Við dystum móti Royn og Sumba blíva hagtølini hesi:
Dystir: 47
Suðuroyarlið vunnið: 40
Javnleikur: 4
KÍ vunnið: 3
Hagtøl á FaroeSoccer fyri næstbestu deildina finnast aftur til og við 1976.




