Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1.deild hjá KÍ leikti javnt móti NSÍ

John William Joensen

Leygardagin leikti 1.deild hjá KÍ javnleik 1-1 móti 1.deild hjá runavíkingum og í annaðkvøld kemur LÍF á vitjan

Trúgvi Mortensen letur væl at gongdini hjá 1.deild.

– Tað hevur verið sera keðiligt við kava og vánaligum veðrið seinastu tíðina, men hóast hetta so hava leikararnir verið hugagóðir og eg meti at vit fáa eina góða blanding av ungum og eldri leikarum.

– Tað var nógvur vindur í Runavík leygardagin so liðini áttu hvør sín hálvleik. – Hetta var eitt gott høvið at síggja leikararnar og so við og við far ein eina góða mynd av leikaratilfeinginum hjá KÍ.

– Formula-hópurin verður úttikin um vikuskifti og so koma fleiri leikarar at venja við 1.deild.

– Sjálvur fara vit so eisini at velja tann hópin sum verður kníttur at 1.deild og hetta merkir so at fleiri leikarar vera at venja við 2.deild, sum eg skilji eisini fer at byrja at venja í komandi viku.



Venjingardystur

Leygardagin var tað Kristian Andreasen sum skoraði fyri KÍ og mikukvøldið verður so dystur á Djúpumýru kl. 20 móti LÍF.

Trúgvi Mortensen sigur at stórur dentur verður lagdur á at mannað liðið við ungum fólki men eisini verður pláss fyri eldri leikarum, tí hetta gevur liðnum stabilitet.

Leygardagin var m.a. Marek at síggja á 1.deild og eisini Fríðin Ziskason.