Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2-1 til íslendsku kvinnurnar á Svangaskarði

Oliver Joensen

Í seinastu minuttunum av dystinum á Svangaskarði hevur tað eydnast íslendsku kvinnunum at venda gongdini til støðuna 2-1 til Ísland.

Hóast stórt trýst allan dystin hevur verið á finska málið, so eydnaðist tað finsku kvinnunum at leggja seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki við einum máli, eftir hornað.
Ísland verður roknað sum sterkara liðið, og ikki fyrr enn fyri løtu síðani eydnaðist ta fyrst Íslandi at javna, og síðani við beinleiðis frísparki í málið at leggja seg á odda 2-1.

Beint nú frætta vit at dysturin er bríkslaður av og at íslendsku kvinnurnar vunnu 2-1 á finsku kvinnunum.