Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2-2 í kavadysti í Runavík

Jákup Ósá

NSÍ og KÍ leiktu venjingardyst sunnudagin.

Vøllurin í Runavík bleiv ruddaður fyri kava áðrenn dystarbyrjan, men tað helt fram at kava og tískil var vøllurin hvítur, tá spælt var. Hóast hesar keðiligu umstøðurnar, so var spælt og áskoðararnir fingu ein fínan dyst eftir umstøðunum við 4 málum, har liðini skoraðu 2 í part. Málskjúttar vóru Pól Jóhannus Justinussen og Petur Knudsen hjá NSÍ, meðan Mayowa Alli og Semir Hadzibulic skoraðu málini hjá KÍ. Sum heild var talan um ein javnan dyst, har liðini eisini skiftu nógv út í seinna hálvleiki.

NSÍ byrjaði við hesum liðnum (sambært nsi.fo): Símun Rógvi Hansen – Jóhan Jacobsen, óhan Gaardbo, Per Langaard, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Bárður Olsen, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jann Benjaminsen, Hans Marius Davidsen. Í hálvleikinum skifti NSÍ alt liðið út. Tá spældu hesir: Karstin Hansen – Mourits Heini Mortensen, Jens Joensen, Monrad H. Jacobsen, Aron Knudsen – Jónleif Højgaard, Petur Knudsen, Hákun Edmundsson, Jann Martin Mortensen – Jannik Olsen, Klæmint A. Olsen. 

Hjá KÍ byrjaðu hesir: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic, Mayowa Alli, Ísak Simonsen – Jonas F. Rasmussen, Semir Hadzibulic, Niels Pauli Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør – Páll A. Klettskarð. Í seinna hálvleiki komu m.a. Kristian Joensen, David Langaard, Jóannes Danielsen, Jákup B. Andreasen, Mikkjal á Bergi og Petur Andreasen á vøllin.