Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2-2 málið skuldi verið kolldømt

Jákup Ósá

Tá Víkingur javnaði til 2-2 móti ÍF, var talan um klártfríspark. Sí video her.

 

Finnur Justinussen javnaði fyri Víking í 83. minutti eftirinnlegg úr høgru. Men á video upptøkum síggja vit, at hetta málið av røttumikki átti at verið givið. Tí  áðrenninnleggið kemur, so ger Finnur klárt fríspark móti Poul N. Mikkelsen hjá ÍF. DómarinEiler Rasmussen hevur ei heldur góðan møguleika at síggja støðuna, tífrísparkið verður framt áðrenn nakar bóltur kemur í umráðið.

 

Spurningurin er, um slíkt “skitið” spæl ikki eigur at fáaavleiðingar og eftirspæl, tá leikarin púra tilvitað ger frísparkið og skaffarsær avgerandi fyrimun. Í hesum førinum kann ein heldur ikki lasta dómaranum, iðikki kann fylgja við øllum, ið fer fram langt burturi frá bóltinum. Kanskalinjuverjar ella 4.dómari kundu sæð støðuna, men tað er ikki lætt og upplagt. Hevurdómarin ikki sæð støðuna, so kann FSF fara inn og geva revsing. Hendingin hevðialt avgerandi týdning fyri dystin.

 

Norðlýsið fer at kanna, um dómarin hevur sæð støðuna og umikki, um FSF ætlar at taka málið upp.  

 

Niðanfyri síggja vit hendingina, har øll kunnu vera samd um,at málið av røttum skuldi verið kolldømt. Upptøkuna eigur Jóhan Thomsen. Øllhæddarpunktini frá dystinum kunnu síggjast á hansara youtube rás.

Harleyfacadeacryl