Tað var eitt væl mannað aðrudeildarlið, sum KÍ stillaði upp við leygardagin, tá B71 var á vitjan. Fleiri av leikarunum, sum higartil hava leikt við 1. deild vóru á KÍ-liðnum, sum vann dystin 2-0.
Tað líktist ikki sørt einum hálvum fyrstudeildarliði, tá KÍ-leikararnir á 2. deild runnu inn á vøllin leygardagin.
Úr rúgvuni kunnu vit nevna: Arnold Joensen, Erling Fles og Fríðin Ziskason, sum saman við Niclasi Niclasen, Davidi Bertholdsen, Andrasi Jacobsen, John William Joensen, John Havn og øðrum góðum monnum bastu sandoyingum.
Við manningini, sum leikti við 2. deild, er greitt, at 1. deildarliðið hjá KÍ, sum í morgin, sunnudagin, tekur ímóti FS Vágum í Djúpumýru, verður broytt í mun til liðið sum var í Gundadali seinasta sunnudag, tí bæði Erling Fles, sum skeyt annað av málunum hjá 2. deild í dag, og Fríðin Ziskason leiktu við 1. deild ímóti B36.
Hitt málið hjá 2. deild skeyt ungi og evnaríki Marius Nystrøm Hansen.




