Leygardagin luttóku 7 føroyskir judoleikarar í stórari kapping í Danmark.
Kappingin kallast Hillerød Cup, og fleiri enn 600 luttakarar kappaðust í fleiri ymiskum bólkum.
Føroysku luttakararnir vóru Edvard Johannesen, Hjalmar Johannesen og Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag, og Áki Davidsen, Jógvan Martin Davidsen, Nikolai Mohr Vang og Fríði Atlason úr Havnar Judofelag. Jan Günther var við á ferðini sum venjari og ferðaleiðari.
Tað gekk sera væl hjá fleiri av luttakarunum, og tríggir teirra kundu koma heim aftur við heiðursmerkjum.
Hjá ungum undir 21 ár vann Hjalmar Johannesen gull í vektbólkinum -73 kg., meðan Áki Davidsen vann gull í sínum bólki, sum er -81 kg. Hjá dreingjum vann Fríði Atlason silvur í vektbólkinum -50 kg.




