Hóast Kí vann ein sannførandi 4-0 sigur á FSV í Klaksvík fyri einari viku síðan var tað eitt skert KÍ lið sum fór til Sandoyar
Ein skuldi trúð at KÍ sá skriftina á vegginum, og royndi at styrkja um 2.deildar liðið, men hetta hevur eftir øllum at døma ikki verið møguligt seinastu dystirnar í ár.
Fyri einari viku síðan var tað eitt væl leikandi KÍ-lið, sum hálaði trý stig inn á TB, men á Sandoy vóru tveir av tíðandi leikarunum á KÍ liðinum burtur.
Rudolf Eliasen, sum hevur verið fastur fúsur á bakkinum hjá 2.deild fór av stað við Nærabergi í vikuni.
Kristian á Lakjuni, sum leikti ein sera góðan dyst móti vágamonnum, kundi ikki vera við á Sandoy og var tí við 1.deild suðuri í Vági har hann sat á beinkinum saman við Frank Joensen og Tórur Lerivig.
Hetta er tó sama søgan, sum hevur endurtikið seg í ár, skiftandi fólk, og sum gongdin er í løtuni kann ikki roknast við at felagið megnar at halda tørn um 2.deild.
Dysturin á Sandoy
Tá umleið 10 minuttir vóru leiktir, fekk B71 brotsspark sum Eli Hentze setti í netið og hetta var samstundis einasta málið í fyrra hálvleiki.
Nógvur vindur var heiman á Sandi og í seinra hálvleiki var tað so KÍ sum skuldi leika móti vindinum.
KÍ hevði stórar trupuleikar við at fáa spælið at hanga saman og í øllum dystinum hevði KÍ ikki ein upplagdan málmøguleika. Sandoyingar hinvegin høvdu stórt trýst á KÍ málið og teir báðir Jónsvein Thomsen (tvey mál) og Clayton Soares, tryggjaðu B71 ein 4-0 sigur, sum var fult uppiborin.
KÍ væl á veg at missa 2.deild
Tað má sigast at vera sera óheppið fyri felagið at missa 2.deild og sum gongdin er í løtuni er tað einki sum gevur vón um at KÍ fer at bjarga sær undan niðurflyting.
Samanbera vit dystin móti FSV í Klaksvík og B71 á Sandoy so er eyðsýnt at tað skal lítið til at fáa gongdina at venda. Nakrir fáir leikarar gera munin, men leikarabann og skaðar á 1.deild hava verið við til at máa støði undan 2.liði. Eisini er tað ein sannroynd at felagi hevur valt at venda blinda eygað til støðuna hjá 2.liðið og alt fokusið hevur verið á 1.deild, sum jú eisini hevur verið í sera truplari støðu.
Í løtuni sær út til at 2.deild skal spæla niðurflytingardyst móti GÍ ella HB, og tað verður alt annað enn nøkur løtt uppgáva.
Men enn hevur KÍ møguleika at bjarga 2. liði og so er spurningurin um vilji er til tað og um KÍ hevur fólkið sum skal til.




