HÚSIÐ ER EIN ÍTRIVSDEPIL FYRI BØRN OG UNG MILLUM 10 OG 18 ÁR VIT SØKJA EFTIR TVEIMUM STARVSFÓLKUM VIÐ HÓSKANDI ÚTBÚGVING OG ROYNDUM
• hevur hóskandi útbúgving
• stimbrar og vekir skapanarhuga hjá børnum og/ella ungum
• arbeiðir sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni
• fylgir við og kunnar seg um menning á økinum
• eitt ungdómligt og livandi arbeiðsumhvørvi
• ávirkan á egið arbeiðspláss
• pláss fyri persónligari menning
• skiftandi arbeiðstíðir
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
• Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfeløg og KAF.
• Umsøkjarar verða at tola bygnaðarbroytingar
– Arbeiðsvika millum 20-30 tímar og møguleiki fyri skiftandi arbeiðstíðum.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan A. Joensen, leiðara, á tlf. 281810.
Umsóknin saman við møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. mai 2017 kl. 12:00.




