Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2. umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Í morgin fer 2. umfar í Effodeildini í gongd.

Í morgin fer 2. umfar í Effodeildini í gongd.

Eins og undanfarnu ár fer Norðlýsið at meta um dystirnar í hvørjum umfari í Effodeildini. Til tíðir koma hesar á heimasíðuna og aðrar tíðir í blaðið. Um vikuskiftið er 2. umfar á skránni, har fleiri granna uppgerðir eru á skránni.

AB-B36

Lagið í AB hópinum er uttan iva í topp eftir sigurin móti Víkingi á útivølli. Armarnir mugu tó niður aftur, um heimaliðið skal liva upp til favoritt leiklutin á heimavølli móti B36. B36 fekk góða byrjan við at vinna móti Skála, men hesaferð fáa teir tað munandi truplari. AB hevur heimavøll og eigur at koma sigrandi burturúr hesum dystinum. Bæði liðini hava góðar álopsleikarar at avgera dystin, men kanska eru ábendingar um, at Jóan Símun Edmundsson í løtuni hevur nakað eyka framum bæði Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal. Tipping: 1

HB-ÍF

Onkursvegna hómast ein lítil byrjunar kreppa í HB, sum hevur sera trupult við at fáa nakað spæl fram, sum minnir um spælið fyri einum ári síðani. Men 1 stig við Margáir var helst góðkent og nú ÍF kemur á vitjan, so skal HB hava 3 stig. ÍF má hækka sítt støðið nógv í mun til avrikið móti KÍ, um fuglfirðingar skulu hava vón um stig her. HB er greiður favorittur, hóast vit í fjør sóu, at ÍF ikki ræðist HB. Tipping: 1

B68-EB/Streymur

At B68 fekk lítið og einki burturúr í álopspartinum móti NSÍ í 1.umfarinum var ikki óvæntað. Tað er trupult at síggja nógv mál og nógvar mál møguleikar á núverandi B68 liðnum. B68 kemur at hava ”oddsini” ímóti sær nærum hvønn dyst fyrsta partin av árinum. Tað verður spennandi at síggja, hvussu B68 fer at standa seg á Svangaskarði, tí tað er helst har, at liðið skal fáa meginpartin av teimum umleið 30 stigunum, sum skulu til fyri at yvirliva. EB/Streymur fær ikki brúkt annað enn 3 stig her og er stórsti favoritturin hetta umfarið. Tipping: 2

Skála-NSÍ

Grannauppgerð á Skála, har Skála fær vitjan av einum liði, sum Skála helst skal hava stig ímóti. Tey flestu sita nokk og bíða eftir, hvar Skála ”flýtur” í mun til Effodeildina. Móti B36 gjørdu teir einki og tapir Skála aftur her móti einum liði, sum á pappírinum ikki væntast at enda í toppinum, so verður byrjanin ikki góðkend. NSÍ sær hinvegin møguleikan fyri at fáa eina góða byrjan við fullum stigatali. NSÍ er favorittur, tí styrkin hjá Skála á heimavølli enn er ókend. Tipping: 2

KÍ-Víkingur

Hetta er eftir okkara tykki størsti dysturin hetta umfarið. Tað er onkursvegna ein granna stemningur yvir hesum dystinum, tá vit ofta síggja høga leikferð og hart spæl framum tað vakra fótbóltsspælið frammanfyri stórari áskoðarafjøld. Við krút sterku Jonas Flindt Rasmussen og Ndende Adama Gueyé er KÍ á pappírinum nógv betri fyri til slíkar dystir enn undanfarin ár. KÍ fekk góða byrjan í Fuglafirði og hesaferð er uppgávan kanska nakað størri. Tí Víkingur stendur seg vanliga væl í Klaksvík. Eftir tapið móti AB er trýst á Víkingi til hendan dystin. Hagtølini og styrkismetingin undan kappingini siga, at Víkingur vinnur, men 1. umfar vísti, at KÍ liðið á heimavølli nú kanska stendur við betri kortum. Tipping: 1