Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

20 milliónir um árið

Danial Viðoy

Fótbóltsheimurin: Seint í gjárkvøldið varð almannakunngjørt, at norski Martin Ødegaard skiftir til Real Madrid. Miðlar vilja vera við, at byrjunarlønin verður 20 milliónir krónur um árið.

Fótbóltsheimurin: Seint í gjárkvøldið varð almannakunngjørt, at norski Martin Ødegaard skiftir til Real Madrid. Miðlar vilja vera við, at byrjunarlønin verður 20 milliónir krónur um árið.

Martin Ødegaard, ið sigst vera eitt hitt størsta talentið innan fótbóltsheimin, verður hvørja løtu almannakunngjørdur sum Real Madrid-leikari. Og hann mann vera nøgdur við avtaluna við Madrid, tí byrjunarlønin verður 20 milliónir krónur um árið.

Hetta skrivar norska tíðindastovan, NTB.

Ødegaard væntast at hava staðið læknakanningina hvørja løtu, og klokkan 12.30 verður hann almannakunngjørdur fyri pressuni, boðar heimasíðan hjá Real Madrid frá.

Kongafelagið skammrósar Ødegaard og sigur, at hann er ”ein hin mest lovandi leikarin í heiminum í løtuni”.

– Hann er ein ungur leikari, sum hevur eina bjarta framtíð og framúr evni sum fótbóltsleikari, sigur Carlo Ancelotti við heimasíðuna hjá Madrid.

Real Madrid hevur ikki kunngjørt enn, hvussu langur sáttmálin er. Harafturímóti sigst, at hann kemur beint inn á fyrstaliðshópin. Tó skal norska talentið vænta, at spæla dystir við næstbesta liðnum í fyrstu syftu.