Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

20 nýggj arbeiðspláss í Klaksvík

Helgi Abrahamsen

“Hetta kallast at fáa í posa og sekk,” segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, við einum lítlum skálkabrosi, tá hann í morgun hitti Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík.

“Hetta kallast at fáa í posa og sekk,” segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, við einum lítlum skálkabrosi, tá hann í morgun hitti Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík. Teir vóru báðir, saman við Hjalmari Petersen, stjóra á trolvirkinum Vónini, staddir inni á kryvjivirkinum í Klaksvík, í sambandi við at Vónin hevur keypt virkið.

Tey 45 arbeiðsplássini á Kryvjing, sum í summar vórðu flutt út á Glyvrar, verða nú til 20 nýggj arbeiðspláss í trolvinnuni, umframt eina rúgvu av arbeiðsplássum í sambandi við bygging av nýggju smoltstøðini á Strond.

“Betri telvara enn Jógvan, fært tú ikki,” segði Regin Jacobsen speiskliga.

Borgarstjórin handaði blómutyssi

Tað var ein vælnøgdur borgarstjóri, sum handaði báðum stjórunum hvør sítt blómutyssi í sambandi við eigaraskifti. Jógvan Skorheim segði, at fyri Klaksvíkina hava hesi arbeiðsplássini stóran týdning, og hann takkaði fyri gott samstarv og ynskti góða eydnu við nýggja virkinum.

Skulu umvæla alinótir

Hjalmar Petersen sigur við Norðlýsið, at Vónin fer í høvuðsheitum at brúka bygningin til at umvæla alinótir í. Tað arbeiðið verður í dag gjørt við Norðskála og í Fuglafirði, men trupulleikin er, at virkinum manglar pláss.

“Vit fara framhaldandi at hava goymslu við Norðskála og nótirnar fara eisini at verða vaskaðar og impregneraðar har. Men sjálv umvælingin verður her,” sigur hann.

Virksemið á nýggja virkinum byrjar fyrst í komandi ári.