Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

200 fólk fleiri á vali í Klaksvík

Jákup Ósá

Í Klaksvík er valluttøkan størri enn vanligt fyri fólkatingsvalinum í dag.

Í Klaksvík er valluttøkan størri enn vanligt fyri fólkatingsvalinum í dag.

Nú kl. 16.00 komu feskastu tølini fyri valluttøkuna í Klaksvík. Og higartil í dag er valluttøkan nógv størri enn vanligt um vit samanbera við somu tíð onnur ár.

Í 2015 høvdu 3536 fólk valrætt. Í 2011 høvdu 3456 fólk valrætt og í 2007 høvdu 3460 fólk valrætt.

Og nú kl. 16.00 høvdu 846 fólk valt í Klaksvík. Tað eru 201 fólk fleiri enn kl. 16.00 í 2011 og 67 fólk fleiri enn í 2007. Veðið er gott í Klaksvík og so er spurningurin, um tað ger at fleiri fólk fara á val í ár ella um tey kanska velja fyrr uppá dagin enn vanligt. 

Sostatt hava 23,9 % av veljarunum í Klaksvík verið á vali kl. 16.00.