Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

200 fólk í Nesvík

Danial Viðoy

Tað eru nógvar summarlegur í Nesvík. Á hesi leguni eru tey á leið 200 í tali. 120 luttakarar og úti við 80 hjálparfólk. Óla Marner Christiansen er høvuðsleiðari. Í køkinum eru garvaðar konur, flestar úr Klaksvík.

Kokkarnir í Nesvík eru sum vera mann blíðir, og so var tá ið Norðlýsið kom á vitjan. Ikki fingið munnin upp, so var kaka og kaffi at smakka. Og tær, sum kokkast eru eisini blíðar við børnini. Í kvøld fáa børnini heimagjørda pitsu.

Á myndini sæst, at tær eru stoltar av verkinum.

Børnini hava nógv at takast við á eini slíkari legu. Í ár sleppa børnini at planta trø beint við parkeringsplássið í Nesvík.

Umframt hetta serstaka átakið, er nógv annað at fáast við. Spælipláss, vøllur, hylur at rógva og svimja, syngja og ikki minst at sita og nýta ein góðan bíbliutíma snimma á morgni.

Og tað er ikki sørt at tað neistar í millum onkrar gentur og dreingir eisini á leguni. Á legumáli verður tað rópt: ‘at trola’. Dreingirnir trola. – Tað er eisini spennandi.

Legan, sum byrjaði mikudagin, endar sunnudagin.