Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

20.000 ferðafólk komin í land í Norðhavnini í ár

Oliver Joensen

Í dag liggur Brilliance of the Seas í Norðhavnini og nógv fólk er í býnum. Við skipinum eru 2086 ferðafólk úr 30 ymiskum tjóðum og manningin telur 840 fólk. Samstundis bíðja 7 russisk skip eftir kajplássið í Norðhavnini

Í dag liggur Brilliance of the Seas í Norðhavnini og nógv fólk er í býnum. Við skipinum eru 2086 ferðafólk úr 30 ymiskum tjóðum og manningin telur 840 fólk. Samstundis bíðja 7 russisk skip eftir kajplássið í Norðhavnini

Meinhard Petersen, stjóri í Klaksvíkar Havn, sigur at tað er dagligdagur at teir mugu avvísa skipum tí eftirspurningurin eftir kaj plássi í Klaksvík er munandi størri enn Klaksvíkar Havn megnar at bjóða.

Býráðið eigur beinan vegin at taka stig til at leingja kajkantin í Norðhavnini til tað tvífalda soleiðis at vit fáa 640 metrar av kajkanti í Norðhavnini ístaðin fyri teir 320 metrarnar vit hava at bjóða í dag. Skipini gerast alsamt fleiri og størri og so skjótt sum Brilliance of The Seas fer avstað til Ísland kl. 18 í kvøld koma sjey russisk skip, sum liggja og bíðja eftir kajplássið í Norðhavnini.

Mikumorgunin kemur Aidabella sum hevur 2000 ferðafólk og eina manning sum telur um 600 í Norðhavnini og tað er samstundis tað seinasta av teimum 10 ferðafólkaskipunum, sum vitjað hava í ár. Longu nú hava 11 ferðafólkaskip biðið um kajpláss í Norðhavnini komandi ár.