Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2011: Gunnar á Steig – 2012: Heðin Klakstein – 2013: ?

Ítróttur

Men hvør KÍ blusu verður tann dýrasta í 2013?

Men hvør KÍ blusu verður tann dýrasta í 2013?

Á KÍ ársveitsluni er ein av væl umtóktu táttunum at blusurnar hjá Effoliðinum vera seldar. Áhugin fyri at bjóða plagar at vera stórur. Minsta boð plagar at liggja um 500 kr., men tað eru fáar blusur sum fara fyri undir 1000 kr. vanliga. Tær dýru fara fyri meira enn 5000 kr.

Í 2011 var blusan hjá Gunnar á Steig tann dýrasta. Hon fór fyri 10.000 kr. Í 2012 var blusan hjá Heðin Klakstein tann dýrasta, tá hon fór fyri næstan 8000 kr. So verður spennandi at síggja, hvør blusa verður tann dýrasta í 2013.

Ársveitslan hjá KÍ verður á Hotel Norð leygarkvøldið. Meir um hana kann lesast HER.

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen