Janus Rein lítur aftur og fram. Eitt sindur seinkað, men vert at lesa.
Janus Rein lítur aftur og fram. Eitt sindur seinkað, men vert at lesa.
Navn?
Janus Rein
Yrki?
Flogskipari
Hvat var tað besta, sum hendi í 2015?
Tá yngsti sonur mín kom í heimin hin 4. mai. Vit uppkallaðu hann beinleiðis eftir verfaðir: ”Pól Jóhannes í Horni”
Hvussu heldur tú nýggjárið?
Vit plaga at fara oman á Glaðsheygg til nýggjársbál. Pápi mín, Marius Rein, skal halda nýggjársrøðuna í ár.
Hevur tú nakað nýggjárslyfti?
Ja
Um ja, hvat?
At liva sunt!
Hvat gleðir tú teg mest til í 2016?
At njóta tíðina saman við familjuni hjá mær, og arbeiðsliga at vera við til at víðarimenna P/F Atlantic Airways, har eg eri flogskipari og nevndarlimur, til fyrimuns til samfelagið, starvsfólkini og samstarvsfelagaðar. Eg haldi, at P/F Atlantic Airways hevur stórt potentiali. Flogfelagið hevur ongantíð verið so sunt sum nú. Nevnd, leiðsla og starvsfólkahópurin fungera væl saman. Eg haldi, at felagið gongur eini góðari framtíð ímóti.
Hvat heldur tú føroyingar skulu vera betur til í 2016?
Føroyingar skulu ikki vera so fullir av øvundsjúku og Jantelóg. Hetta rákið av øvundsjúku og Jantelóg sum nú av álvara er fari á rull, er sera ørkymlandi. Rákið er í stóran mun næstan bara bygt á kensluliga øvundsjúku. Alt og øll, sum klára seg, skulu niður við nakkanum. Hugurin til at arbeiða hart og klára seg gott dettur tá so líðandi burtur. Tílíkur hugburður endar sjáldan gott!




