Við hesi ársfrágreiðing og hesum serliga ári, ið vit nú kunnu líta aftur á, fara vit at enda við at endurgeva Sigmund Freud: Ein dag fert tú at vakna og síggja, at tey bestu árini vóru, tá harðast leikaði á.
Miðskeiðis í mars kom alheimsfarsóttin til Føroya og legði alt landið lamið. Hon gjørdi eisini inntriv í Klaksvík, og ikki minst á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skeiklaði hon okkum gerandisdagin og virksemið her.
Nógv kannaðu seg fyri Covid -19. Hvønn morgun streymaðu fólk til úr nær og fjar, fyri at stilla seg í bíðirøðina, sum so at siga altíð var long. Og meðan fólk stóðu uttanfyri og bíðaðu í tolni, arbeiddu starvsfólkini innanfyri av øllum alvi – uttan at hyggja at klokkuni ella biðja um ein lítlan steðg. Eftir nøkrum vikum misti farsóttin takið, og tørvurin á at lata seg kanna fyri Covid -19 gjørdist alsamt minni.
Umframt stóra kanningararbeiðið, ið fór fram á sjúkrahúsinum, brúktu starvsfólkini nógva orku til at avmystifisera hesa lúnsku farsóttina: Hvør var hennara framferðarháttur, og hvussu kundi hon basast? Í nógvar mátar var talan um detektivarbeiði, har starvsfólkini blivu sjáldsama góð til at seta smittuna í skák og halda henni burtur frá sjúklingunum. Hetta var væl givið út, tí tað hevði við sær, at smittan ikki slapp at gera um seg inni í sjúkrahúsinum. Um ólavsøkumundið vant hon tó upp á seg aftur, men á hesum sinni mest í miðstaðarøkinum.
Sjúkrahúsverkið hevur sum heild tikið stór tøk undir farsóttini, tí umframt kanningarstøðirnar í Klaksvík, í Havn, á Tvøroyri (og lutvíst í Runavík), hava øll sjúkrahúsini í Føroyum staðið saman um hetta arbeiðið. Eitt nú hava sjúkrahúsini mannað eina koronudeild við starvsfólkum frá øllum trimum sjúkrahúsum. Í hesum tíðarskeiðinum, varð annað virksemi tíverri skúgvað til viks, sum so hevði við sær, at tað var eitt sindur av bíðitíð. Viðtalur og kanningar vórðu útsettar í fyrstuni, men seinni funnu vit ein leist, sum gjørdi, at vit kundu virka sum vant, hóast farsóttin herjaði. Hendan tíðin gekk annars serliga út yvir tey, sum nýta gott av heitvatnshylinum, av tí at viðmælt varð at hava hylin stongdan.
Hyggja vit at skurðøkinum, so var eingin bíðitíð til skurðviðgerðir – so sum brokkar, æðraknútar, gallskurð, skurðviðgerð í hondum og aðrar smærri skurð[1]viðgerðir. Nakað av bíðitíð var hjá teimum, sum skuldu skifta knø og mjadnar, og til skurðviðgerð í akslum og fótliðum. Men nærum eingin bíðitíð var í sjúkrahúsverkinum til urologiskar skurðviðgerðir.
Vit hava altíð strembað eftir, at sjúklingar ikki skulu bíða eftir skurðviðgerð longur enn 3 vikur, eftir at teir eru sæddir av serlækna til forkanning. Okkurt um 4 vikur var at bíða fyri at sleppa til kanning av svøvnapnø, og nakað av bíðitíð til fysiurgiskar venjingar, so sum liðvenjingar fyri rygg og í heitvatnshylinum. Vit noyddust at útseta ymiskt, tá ið farsóttin kom inn í landið, men við árslok settu vit eyka inn, og nú hava vit megnað at vunnið tað mesta innaftur.
Men tað var ikki bara Covid -19, sum merkti farna ár á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tá ið tað stilnaði av út á várið, fóru vit at seta ymiskt nýtt á skrá: Eitt nú fekk seingjardeildin aftur ein royndan lækna í internum medisini við sína lið, umframt tveir neurologiskar konsulentar til neurorehabilitering. Við eyka serlæknum á skurðgongini, innheintaðu vit skurðviðgerðir innan akslar- og fótkirurgi, og á fysio-økinum uppnormermaðu vit við einum fysioterapeuti í giktasjúkum, umframt at vit mentu rehabiliteringsøkið við eyka útgerð, víðkaðu teir fysisku karmarnar til neuro -rehabilitering og ergoterapi og gjørdu eina samstarvsavtalu við Vejlefjord Rehabilitering. Ymiskar KT-skipanir eru dagførdar: eitt nú hevur Klaksvíkar sjúkrahús fingið eina bíleggingarskipan í lag, har fólk kunnu bíleggja tíð til blóðroynd og røntgenmynd umvegis heimasíðuna.
Vit hildu okkum innanfyri fíggjarkarmin, ið varð givin, tá ið tað kom til vanliga virksemið á sjúkrahúsinum. Tó vórðu eyka játtanir givnar í sambandi við Covid -19.
Sjálvt um Føroyar fingu tamarhald á støðuni, vísti tað seg, at vit ikki sluppu so lætt. Tá árið fór at halla, og vit stákaðust til jóla, fór smittan at gera um seg aftur. Men hesaferð tóku sjúkrahúsini nøkur eyka tøk, og tað við góðum vónum, tí koppingarevnið, sum kann basa smittuni, var beint á gáttini. Og 30. desember klokkan 13, áðrenn vit náddu at syngja nýggja árið inn, vórðu teir fyrstu føroyingarnir koppsettir.
Sæð í baksýni var 2020 árið, har vit sluppu at standa okkara roynd. Vit sóu tað góða og dugnaliga í hvørjum øðrum, har hvørt einasta starvsfólk kom við sínum íkasti og vísti áræði, styrki og treysti. Saman standa vit sterkari.
Við hesi ársfrágreiðing og hesum serliga ári, ið vit nú kunnu líta aftur á, fara vit at enda við at endurgeva Sigmund Freud:
Ein dag fert tú at vakna og síggja, at tey bestu árini vóru, tá harðast leikaði á.
Um 2020 verður eitt slíkt ár, fer tíðin at vísa.
Klaksvíkar Sjúkrahús
Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri
Súsanna Olsen, varastjóri



