Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

21 liðið hjá TB/FC Suðuroy/Royn

Jákup Ósá

Ein aldur var serliga væl umboðaður á felagsliðnum í Suðuroynni.

Tá TB/FC Suðuroy/Royn vann 2-1 á ÍF sunnudagin í sínum fyrsta dysti sum felagslið í bestu deildini, so var TB/FC Suðuroy/Royn samstundis yngsta liðið í fyrsta umfarinum. Nakað annað er, at serliga ein aldur var óvanliga væl umboðaður. Tí av teimum 13 leikarunum, ið vóru á vøllinum fyri TB/FC Suðuroy/Royn, so vóru ikki færri enn 7 leikarar 21 ára gamlir. Tað er ikki vanligt, at ein aldur er so væl umboðaður á einum liði.

Sunnudagin spælir hetta unga TB/FC Suðuroy/Royn á útivølli móti 07 Vestur.

Harleywoodpaint