Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

21. umfar í Effodeildini: Metingar

Jákup Ósá

Í dag og í morgin verður 21. umfar í Effodeildini spælt.

Í dag og í morgin verður 21. umfar í Effodeildini spælt.

AB-EB/Streymur

AB kom niður á jørðina aftur seinast eftir eina annars góða gongd, meðan EB/Streymur reisti seg eftir tapið móti HB og vann trygt móti B68. Hjá AB hava Kári Nielsen og Jobin Drangastein leikbann. Í fyrra dystinum á Argjum millum liðini endaði tað við javnleiki. Tað er eisini eitt gott boð hesaferð. Tipping: X

HB-B68

HB hevur vunnið allar 4 dystirnar – bæði í landskapping og steypakapping – í ár móti B68 og sum oftast hevur talan verið um greiðar sigrar. Seinast endaði tað við 6-0 sigri á ólavsøku, hóast HB ikki spældi uppá sítt besta. Tað kann skjótt fara at nærkast somu tølum í dag. Tipping: 1

Skála-ÍF

Síðsta útkall hjá Skála, sum má vinna móti ÍF. ÍF hevur bara vunnið fimm dystir í ár, har tann eini var á útivølli. Fyrr í ár spældu liðini javnleik á Skála. Skála kann fáa eina vón, tí ÍF er ikki í góðari gongd í løtuni. Tipping: 1

Víkingur-NSÍ

Tryggasti javnleikurin hetta umfarið? Víkingur spælir bara javnt fyri tíðina, meðan NSÍ ikki hevur vunnið á toppliðinum. Tí møtast tey á miðjuni og spæla javnleik. Tipping: X

B36-KÍ

B36 er uttan Klæmint Matras, men annars er oddaliðið væl fyri. KÍ hevur bara einaferð vunnið á B36 síðani uppflytingina, so tað er greitt, at hetta er eitt av truplastu mótstøðuliðunum hjá KÍ yvirhøvur. KÍ hevur hvørki vunnið ella tapt síðani liðið spældi móti B36 á ólavsøku. Tá gav KÍ harða mótstøðu og tað kann tað eisini fara at gera í dag. Men hetta er árið hjá B36, sum vinnur nærum allar sínar dystir. Tipping: 1