Síðan desember 2014 hevur IFCJ skipað fyri 19 flogferðum við tilflytarum úr Ukraina til Ísraels – IFCJ (International Fellowship of Christians and Jews – Altjóða samstarv millum kristin og jødar)
Støðan á markinum millum Rusland og Ukraina hevur verið spent leingi og seinastu vikurnar er nógv versnað.
Hetta hevur ført við sær, at nógv fleiri jødar vilja sleppa heim til Ísraels at búseta seg.
30. august setti flogfar nr. 19 seg í Ben Gurion floghavnini við 211 nýggjum tilflytarum.
Við hesum flogfari var eisini Natalia S., sum kom til Ísraels saman við mammu sínari og soni sínum.
Natalia sigur, at tey vóru noydd at flýggja úr býnum Marinka í Donetsk landslutinum í eystur-Ukraina, eftir áhaldandi bumbuálop á býin síðan apríl 2014.
Hús teirra vórðu rakt og nakrir grannar teirra lótu lív.
Natalia greiddi frá, at tað, at tey vóru jødar, hevði omman, sum kom livandi úr Holocaust, hildið dult, meðan maður hennara, abbi Nataliu, var hildin fangi í týskari savningarlegu.
Av hesum, sigur hon: “Vit vistu at vit vóru jødar, men vit kundu ikki skjalprógva tað”.
Natalia greiðir so frá, at familjan nýliga vitjaði í einum Holocaust savni, har starvsfólk hjálptu teimum at finna skjalprógv; tað eydnaðist at finna skjølini hjá ommuni og abbanum; bæði høvdu broytt nøvn síni: frá “Alia” og “Abraham” til “Lisa” og “Peter”, fyri at sleppa livandi burtur úr Holocaust.
Natalia, mamma hennara og sonur hennara, ætla at búseta seg í Akko í Ísrael.
Síðan desember 2014 eru um leið 4000 fólk flýdd úr Ukraina til Ísraels.
les meira:




