Í ár skulu bara tvey kort til fyri at fáa leikbann í steypakappingini.
Undan hesum kappingarárinum góðtóku fótbóltsfeløgini uppskot um, at tað skuldu færri kort til fyri at fáa leikbann. Í landskappingini fór talið frá 5 niður á 4 og í steypakappingini frá 3 niður á 2 gul kort. Tað hevur eisini merkt, at tað longu hava verið nógvir leikarar uttanfyri við leikbanni í landskappingini.
Undan seinnu hálvfinalunum standa 22 leikarar á markinum til at fáa leikbann í steypafinaluni. Flestir eru úr Víkingi, har 8 leikarar standa á markinum. Skipanin er soleiðis, at fær man reytt kort, so er leikbannið galdandi í landskappingini.
Hesir leikarar mangla eitt gult kort til at fáa leikbann í seinnu hálvfinaluni:
Skála:
Brian Jacobsen
Jákup Johansen
Ólavur Mikkelsen
Pætur D. Jacobsen
Hendrik á Fríðriksmørk
Víkingur:
Atli Gregersen
Jákup V. Olsen
Filip Djordjevic
Gunnar Vatnhamar
Magnus Jarnskor
Gert Hansen
Heðin Hansen
Hans Jørgen Djurhuus
KÍ:
Súni Olsen
Hjalgrím Elttør
Ísak Simonsen
Semir Hadzibulic
Túrur Justesen
Ahmed Mujdragic
NSÍ:
Jonleif Højgaard
Árni Frederiksberg
Nikolaj Køhlert




