Í Gjár skrivaðu vit eina grein her á Norðlýsinum, har vit viðgjørdu, hvussu nógv tað fer at kosta at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin í mun til, hvat tað kostar at koyra eftir verandi vegi.
Í Gjár skrivaðu vit eina grein her á Norðlýsinum, har vit viðgjørdu, hvussu nógv tað fer at kosta at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin í mun til, hvat tað kostar at koyra eftir verandi vegi.
Vit minnast alt rokið ið var um privatu tunnilsætlanina sum bleiv slept, og tað endaði við, at ein almennur tunnil kom ístaðin. Fremsta grundgevingin ímóti privatu verkætlanini var avmarkaði samfelagságóðin. Sagt varð, at tunnilsgjaldið fór at verða sera dýrt, um tunnilin varð gjørdur av einum privatum partafelag, og tí fóru ov fá at gera brúk av honum, og harvið minkaði samfelagságóðin.
Við einum almennum felag fór rentan at liggja um 2%, og 2% av 1,1 mia. eru 22 mió. krónur um árið, varð sagt tá.
Men síðani er tað hent, at ein annar tunnil er komin afturat í ætlanina, so at tær 1,1 milliardir krónurnar er blivnar til 2,6 milliardir. Rentan eitur nú 2,73 %. Tær 22 milliónirnar sum brúkararnir skuldu rinda aftur eru tí farnar heilt uppí 71 mió. krónur um árið.
Í sendingini “Radarin”, sum Útvarpið sendi tann 4. september 2013, greiddi Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, frá, hví tað er so umráðandi at hava eitt lágt bummgjald. Hann segði, at tá aðrar íløgur verða gjørdar, er tað kostnaðurin á til dømis arbeiðsmegi og rávøru, sum hava týdning, meðan fíggingin ikki er so avgerandi.
“Men tá tú gert eina íløgu uppá 1,1 mia. og hon skal rinda seg aftur yvir so og so nógv ár, og tað eru tey sum skulu brúka hana, sum skulu rinda hana, so er alt avgerandi, hvussu nóg tað kostar at lána hasar pengarnar,” segði hann.
Hann metti, at umsitingin hjá privata felagnum fór at kosta einar 12 – 13 mió. krónur og rentan kundi blíva eini 10 %, sum svarar til 110 mió. krónur um árið.
“Men um rentan er 2 % (sum er tað sum tað almenna lænir til), so er tað bara 22 mió. Og tað er tí at hetta her við tí alment/privata kemur inn, at bummgjaldið verður avgjørt av, hvussu nógv tú skal rinda aftur. Og har blívur bummgjaldið bara nóg, nógv, nógv størri, um lánsrentan er tað hægri,” segði hann.
Framvegis er fíggingin av almennu verkætlanini ikki komin upp í tær hæddirnar, sum privata fíggingin kostaði, men nú tosa vit um tveir tunlar, og hægri rentu, so munurin er sera nógv minkaður.
Um prísirnir verða so høgir, sum vit hava fingið upplýst frá tunnilsfelagnum at hann verður, so mugu vit staðfesta, at samfelagságóðin verður munandi minni, enn hann upprunaliga skuldi verða.




